Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málverji uttan høvd

Jákup Ósá

Tað er lætt hjá KÍ kvinnunum at vinna, tá málverjin hjá mótstøðuliðnum einki høvd hevur.

Tað er lætt hjá KÍ kvinnunum at vinna, tá málverjin hjá mótstøðuliðnum einki høvd hevur.

Soleiðis orðar ein lesari hjá Norðlýsinum seg í einum heldur skemtiligum tóna. Orsøkin er, at tá KÍ kvinnurnar skoraðu eina málið í gjár, so sær tað út á eini myndina hjá Norðlýsinum sum, at málverjin hjá EBS/Skála einki høvd hevur. Á onkran løgnan hátt er myndin komin at síggja soleiðis út. Myndin kann síggjast uppiyvir.

Myndamaðurin er Oliver Joensen og hann sigur, at myndin ikki er redigerað.

– Eg legði hatta ikki til merkis beinanvegin, men nú síggi eg tað. Hatta sær løgið út, men eg havi einki broytt við upprunaligu myndini. Tó haldi eg meg hóma hárið hjá málverjanum í einum av net meskunum. Men hatta sær løgið út og eg havi ikki áður sæð eina mynd, sum hevur ”kvett” høvdið burtur uppá handan mátan. Hatta sær løgið út, men tað er eisini stuttligt, at málverjin kann gera ein slíkan ”kunst”, sigur Oliver Joensen.

Les eisini:

Maria avgjørdi toppdystin

Video: Málini hjá Mariu K. Thomsen

Harleywoodpaint