Í dag kl. 15.00 verður fyrilestur við Maria Húsgarð, Granskingarráðið, Brynhild Absalonsen, Vinnuframi og Jákup Mørkøre, Fiskivinnuroyndir, við evninum “Stuðulsmøguleikar til menning og nýskapan í Horizon 2020”.
Horizon 2020 er stuðulsskipanin hjá ES fyri árini 2014-2020. Granskarar, fyritøkur, íverksetarar, stovnar o.o. kunnu sambært umsókn fáa stuðul til gransking, menning og nýskapan. Føroyar hava atlimaskap í Horizon 2020, sum gevur føroyskum fyritøkum møguleika at søkja stuðul á jøvnum føti við fyritøkur í Evropa. Eisini eru góðir samstarvs- og netverksmøguleikar í Horizon 2020, umframt at fyritøkur fáa atgongd til ráðgeving o.a
Sí annars fleiri fyrilestrar á heimasíðuni hjá Atlantic Fair www.fair.fo ella við at trýsta her >>