Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U-landsliðið í badminton til Danish Junior Open

Badmintonsamband Føroya

Í døgunum 14.-18. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum. Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia og Føroyum. Hetta er fjórða árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur vælt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open. Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar mánakvøldið.

Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:

U13

Adhya Nandi, HBF – Lena Maria Joensen, KBF – Ari Nandi, MBF – Rúni Øster, HBF

U15

Mona Rasmusdóttir, ÍF – Jensa Tórolvdóttir, ÍF – Sissal Thomsen, HBF – Dann Fróðason, MBF – Barður á Reynatrøð, ÍF – Ari M. Jacobsen, KBF

U17

Gunnva Jacobsen, HBF – Kristina Eriksen, HBF/Ikast – Rógvi Ziskason, HBF – Ráni í Bø, KBF/Middelfart

Harleywoodpaint