Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skattgjaldarin í Tórshavn hevur rindað góðar 10 mió. kr. fyri grøna orku til tveir bygningar

John William Joensen

Tórshavnar býráð avgjørdi at gera íløgu í grøna orku í Boðanesheimið og Sjóvinnuhúsið fyri góðar 10 mió. kr.. Jarðfeingið fegnast um hetta vísandi til sparingar í rakstrinum. Men verður íløgan tikin við fara vinnan og tey gomlu í Havn (skattgjaldarin) ikki at merkja sparingar fyrr enn um 25 til 30 ár. Eingin veit at siga í dag um hvørjar íløgur verða gjørdar tey næstu 25 – 30 árini í útskifting av hitapumpum v.m. tí teknologin er nýggj.

Jarðfeingið skrivar í brævið til Norðlýsið ”Jú, tað eru pengar at spara í grønari orku” at samfelagsliga eru pengar at spara og vísir til tøl sum vísa at raksturin og orkunýtslan er minni við Sjóhita. Men at ein stovnur sum Jarðfeingi á hendan hátt manipulerar við tølum er átalu vert tí eingin ósemja er um at politisk er rætt at gera íløgur í grøna orku. Men minsta mark er at ein samstundis fortelur skattgjaldaranum, sum rindar íløguna, at her er ikki peningur at spara. Hvat annars man kann ynskja sær politiskt er sjálvandi fínasta slag – bara man fortelur skattgjaldaranum at hann ikki kann vænta sparingar fyrr enn um 25- 30 ár.

Tað er fullkomuliga burtur við at ein stovnur sum Jarðfeingið setur fram eitt páhald um at íløgur í grøna orku merkir sparingar fyri skattgjaldaran og húsarhald sum velja at gera íløgur í hesa nýggju teknologiina sum grøn orka er.

Royndirnar vísa at kombinentarnir í hesum nýggju skipanum eru munandi dýrari og kompliseraðir tí eftir 10 ár er neyðugt við íløgum í kompressarar, viftir og stýringar og hesar skipanir kosta at viðlíkahalda. Alt hetta og meira skrivar Jarðfeingið einki um og virkar harvið beinleiðis sum ein sølufremjandi stovnur hjá kapitali sum ynskir at selja stórum almennum pengakassum grøna orku.

Politiskt er rætt at tað almenna gongur undan, men skattgjaldarin hevur rætt til at kenna prísin sum hann rindar við kassa eitt.