Vit í við Múrin eru fegin at kunngera enn ein Føroyskan tónleikabólk. Talan er um electro/pop bólkin ” Lover Lover ” mannaður av Filipi Mortensen og Peturi Háberg.
Bólkurin bleiv stovnaður í mars 2013. Longu í apríl mánaði sama ár, vórðu boð send eftir ”Lover Lover ”, sum skuldu til Danmarkar at spæla sína fyrstu konsert, saman við Eivør Pálsdóttir. Síðani hava ”Lover Lover ” spælt nógv í Føroyum og uttanlands. Bólkurin varð eisini tilnevndur til ársins nýggja bólk til FMA (Faroese Music Awards) í 2014. Tó teir ikki fóru heimaftur við einum heimagjørdum glasluti, so fóru teir aftur ímóti heim við heitu hjørtunum hjá mongu áhoyrarunum. Nú gongur leiðin til Kirkjubøar, har bólkurin lovar eina stuttliga og heita framførslu. Eyðkent fyri bólkin er, at teir dáma væl at hava áhoyaran við, og av tí sama verður nógv snakkað og reypað.
Gleð teg til ”Lover Lover ” við Múrin í Kirkjubø.




