Skulu ikki undirmeta búskaparligu avleiðingarnar av at reka landingarvirksemi hjá grønlendskum trolarum úr Føroyum
Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sent Johan Dahl landsstýrismanni í vinnumálum § 52a fyrispurning um viðurskiftini hjá útlendskum fiskiskipum, har í millum grønlenskum fiskiskipum, tá tey koma til Føroya at leggja veiðuna upp.
Í vikuskiftinum frættist í miðlunum, at grønlendsk fiskiskip hava trupulleikar við at leggja veiðuna upp í Føroyum. Ítøkiliga dømið hetta vikuskiftið var um trolaran Polar Princess, sum mátti fara til Íslands at leggja veiðuna upp, hóast ynski teirra var at koma til Føroya at leggja hana upp. Sum skilst á lagnum, eru trupulleikar við Heilsufrøðiligu Starvstovuni.
Hetta er ein óheppin og álvarsom støða, sum ikki skal undirmetast, heldur Janus Rein løgtingsmaður, sum nú hevur tikið málið upp á politiskum stigi og sent Johan Dahl, avvarandi landsstýrismanni, nakrar spurningar, har landsstýrismaðurin m.a. verður biðin um at greiða frá støðuni og hvussu tey hugsa sær at loysa trupulleikan.
Janus Rein vísir á, at útlendsk fiskiskip, ikki minst grønlendsk fiskiskip, leggja nógvan pening eftir seg í Føroyum, við tað at tey keypa vørur og tænastur her, tá tey koma inn at leggja lastina upp, og at tað vildi verið ómetaliga klossut av okkum at rikið alt teirra virksemi av landinum, m.a. yvir til Íslands.
“Vit skulu ansa okkum sera væl ikki at undirmeta støðuna. Tað verður ómetaliga óheppi, um alt hetta avleidda virksemið, sum útlendsku fiskiskipini skapa, verður flutt til okkara grannalond. Man skal ikki undirmeta, hvussu stórt íkast til føroyska búskapin hesi fiskiskip hava, tá tey koma og leggja fiskin upp her. Tey keypa olju, proviant, trol og trolútgerð, eins og tey gera umvælingar av ymsum slag, umframt at keypa arbeiðsmegi til landing ella umskipan av fiskinum,” sigur Janus Rein í stuttari viðmerking. Hann heldur, at tað tykist undarligt, at grønlendskir trolarar skulu hava tílíkar trupulleikar í Føroyum, meðan teir ikki hava tað í Íslandi.
Niðanfyri fyrispurningurin:
Nr. 99/2014
Janus Rein
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um grønlendskar trolarar og landing í Føroyum, settur Johan Dahl,landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, eftir hvørjum reglum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan gevur heilsuváttan upp á fiskin hjá útlendskum fiskiskipum, sum landa fisk í Føroyum?
2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um somu reglur eru galdandi fyri útlendsk fiskiskip, sum umskipa fisk í føroyskum havnum umborð á farmaskip?
3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um serligar reglur eru galdandi fyri at geva heilsuváttan til grønlendsk fiskiskip?
4. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um talan er bert um eitt einstakt grønlendskt fiskiskip, sum ikki hevur fingið heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni (”Polar Princess”), ella um talan er um øll grønlendsk fiskiskip?
5. Vísandi til spurning 4, kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvør júst hesin trupulleikin er?
6. Er landsstýrismaðurin greiður yvir, at øll hesi fremmandu skip leggja nógvan pening eftir sær í føroyska búskapinum, við tað at tey, samstundis, sum tey leggja upp her, keypa nógva útgerð og tænastur?
7. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við trupulleikan, at útlendsk fiskiskip ikki fáa heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni?
Viðmerkingar
Vanligt er, at fiskiskip fara av fiskileið og landa veiðuna aðrastaðni enn í heimlandinum. Soleiðis hava t.d. føroysk frystilínuskip, sum fiskaðu á Flemich Cap í vár, landað ein part av veiðuni í St. Pierre, og eisini er vanligt, at bæði føroysk uppsjóarfiskiskip og rækjutrolarar landa veiðuna í útlendskum havnum. Hetta hava føroysk skip gjørt so leingi, føroyingar hava rikið skipsfiskiskap.
Somuleiðis hava eisini útlendsk skip landað fisk í Føroyum, bæði til virkingar og á goymslu til víðari avskipingar. Eisini er vanligt, at útlendsk fiskiskip umskipa veiðuna umborð á útlendsk farmaskip í føroyskum havnum.
Tað, at skip landa og umskipa í Føroyum, gevur stórar inntøkur til føroyskt vinnulív. Skipini keypa útgerð og olju í Føroyum, umvælingar verða gjørdar á føroyskum skipasmiðum, manningar skiftar o.s.fr. og gevur hetta inntøkur upp á fleiri 10 tals milliónir krónur til føroyska samfelagið.
Soleiðis hava grønlendsk fiskiskip í nógv ár landað í Føroyum; men nú tykist tó vend at vera komin í. Grønlendk fiskiskip eru givin at landa í Føroyum, tí sum skilst, eru trupulleikar við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum ikki vil geva heilsuváttan upp á fiskin hjá skipunum. Nú hevur grønlendski trolarin ”Polar Princess” verið í Íslandi og landað , og har vóru eingir trupulleikar við heilsuváttani.
Tað er stórt spell, at útlendsk skip ikki kunnu landa í Føroyum, men mugu fara í onnur lond. Føroyska samfelagið missir pening av hesum, og tí verður spurt, hvørjar orsakirnar eru, at eitt nú grønlendskir trolarar ikki fáa heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovunu upp á fiskin.
Á Løgtingi, 18. mai 2015
Janus Rein




