Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin brúkar fæst minuttir uppá at skjóta mál

Jákup Ósá

Av øllum miðvallarleikarum í Effodeildini, sum hava skorað 3 ella fleiri mál, so er Heðin Klakstein tann effektivasti, um vit hyggja eftir, hvør hevur skorað flest mál pr. minutt.

Sunnudagin avgjørdi Heðin Klakstein fyri aðru ferð í ár ein dyst í Klaksvík. Bæði móti AB og TB var tað 23 ára gamli miðvallarleikarin, sum avgjørdi dystin. Umframt hetta, so skoraði hann eisini móti EB/Streymi fyrr í ár. Um hesi 3 málini hevur hann brúkt 396 minuttir ella 132 minuttir pr. mál. Og hyggja vit eftir toppskjúttaralistanum í Effodeildini, so er eingin miðvallarleikari, sum brúkar so fáar minuttir um hvørt mál, um vit seta markið til at hava skorað 3 ella fleiri mál.

Minuttir pr. mál fyri miðvallarleikarar (bæði sentralir og kantar) við trimum málum ella fleiri:

1. Heðin Klakstein (132 minuttir pr. mál)

2. Gunnar Vatnhamar (136 minuttir pr. mál)

3. Jonhard Frederiksberg (145 minuttir pr. mál)

4. Andy Olsen (166 minuttir pr. mál)

5. Levi Hanssen (173 minuttir pr. mál)

6. Hans Pauli Samuelsen (176 minuttir pr. mál)

7. Franck Odje Able (193 minuttir pr. mál)

8. Lukasz Cieslewicz (196 minuttir pr. mál)