Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein stór løta, tá Juvel II kom undir føroyskt flagg ídag

Oliver Joensen

 Hóast dagurin var stórur fyri øll tey mongu, ið hava verið við í átakinum kring Juvel II, so var ikki nógv gjørt burturúr ídag, tá skipið aftaná at hava verið trúboðaraskip í Grønlandi í 7 ár, loksins kundi vinda merki á stong við fráboðanini um, at nú var tað ikki longur undir vestindiskum hentleikaflaggi, men undir okkara egna merki.

Gleðin var stór umborð, tað merktist tó á monnum og kvinnum. Óli Steinberg segði, at nú kundi Juvel II vísa sín rætta identitet allastaðni skipið fór í havn. – Ein stórur dagur og tillukku tit, sum hava hildið tørn øll hesi ár.

Harleyfacadeacryl