Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alt verður avgjørt í Gundadali

Jákup Ósá

Eftir fyrru hálvfinalurnar í kvøld er greitt, at øll fýra liðini framvegis hava góðan møguleika at spæla seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Dystirnir í Runavík og Norðragøtu í kvøld vóru merktir av, at nógvur vindur var og at liðini manglaðu fleiri lyklaleikarar. NSÍ vann 1-0 á heimavølli móti HB og tað ger, at alt stendur púra opið áðrenn seinna dystin í Gundadali um tvær vikur.

Í Sarpugerði manglaði Víkingur 4-5 leikarar, sum vanliga byrja inni, meðan B36 manglaði 2-3 leikarar. Dysturin var merktur av hesum, tí Víkingur megnaði ikki at skapa mál møguleikar móti sterka verjupartinum hjá B36. B36 tóktist meira verjukent enn ofta fyrr, men útiliðið fekk ein stóran mál møguleika og tann skoraði Gestur B. Dam uppá. Í fyrra hálvleiki fekk Jákup á Borg reyða kortið fyri okkurt, sum hann hevði gjørt við Atla Gregersen, har sum bólturin ikki var. Hetta gjørdi, at Víkingur tók yvir leikliga restina av dystinum, og heimaliðið hevði bóltin størsta partin av seinna hálvleiki. Men teir í Víkingi skaptu nærum ongan stóran møguleika, og so kundi B36 koyra ein 1-0 sigur heim í einum dysti, sum ikki livdi upp til vónirnar frammanundan, tí gott fótbóltsspæl var ikki at síggja í Sarpugerði í kvøld og tað vóru umstøðurnar eisini við til at gera.

Í Víkingi hava teir neyvan givið skarvin yvir, tí liðið verður møguliga betri mannað til seinna dystin. Og Víkingur hevur bæði í ár og í fjør staðið seg væl í Gundadali móti B36 og altíð skorað minst 2 mál. 

Sostatt er stórur spenningur undan báðum hálvfinalunum, sum vera í Gundadali um tvør vikur. Tí øll fýra liðini hava framvegis góðan møguleika at spæla seg í steypafinaluna.

Harleywoodpaint