Inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu vóru 53,7 mió. kr. hægri enn mett var í 2014.
Brot úr gerabók fyri fund í Tórshavnar Býráð tann 21. mars
Málslýsing:
Í ársroknskapinum 2014 kann staðfestast at skattainntøkurnar eru góðar 53,7 mió. kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini.
Tilmæli:
Stjórnin mælir til, at meirinntøkurnar verða brúktar til fígging soleiðis:
Býráði samtykti 18. sep. 2014 at fíggja keyp av ognum undir Kongavarða við meirinntøkum í 2014 við 14,5 mió. kr. Keyp og sølu kontan var í undirskotið við 12,7 mió.kr. í 2014. Mælt verður til at hetta undirskotið somuleiðis verður fíggjað av meirinntøkunum.
Meirnýtsla hevur verið á einstøkum rakstrarstøðum, sum ikki hava fingið neyðuga játtan. Mælt verður til, at játta pening til part av meirnýtslum fyri hesi rakstrarstøð:
2613 Børn sett heiman í fosturfamilju 1,4 mió. kr.
2810 Fíggjarligt fríplass 1,5 mió. kr.
2617 Brúkaragjøld, serstovnar 1 mió. kr.
3134 Frítíðarskúlin í Hoyvík 1 mió. kr.
3129 Barna- og Ungdómshúsið Látrið 700 t.kr .
3199 Regulering barnatal 3,6 mió. kr.
4122 Skúlin við Løgmannabreyt 1,2 mió.kr.
5717 Ítróttaranlegg 1 mió. kr.
7210 Brandstøðin 500 t.kr.
Á konto “byggibúningar í gerð” eru lidnar verkætlanir sum standa við einari saldo.
Verkætlanirnar eru samtyktar sum útlegg og skulu tí hava eina fígging. Samlaðu útleggini vóru 31.12.2014 79 mió. kr. mió. kr. Mælt verður til at lidnar verkætlanirnar verða fíggjaðar av meirinntøkunum fyri 9,7 mió. kr.
Í sambandi við íløgur verður mælt til at játta 2 mió. kr. til Mullers Pakkhús, 1 mió. kr. til spælipláss í miðbýnum og 500.000 t.kr. at býta millum Boðanesheimið, skúlan við Løgmannabreyt og skúlan á Argjahamri.
Í fíggjarætlanini fyri 2015 er roknað við upptøku av lánum á 41,7 mió. kr. umframt at avdráttir á 20,2 mió. kr. verða umfíggjaðir. Mælt verður til at nýta írestandi 1,4 mió. kr. til afturgjald av skuld.
Fíggjarnevnd 25. mars 2015: Útsett.
Fíggjarnevnd 22. april 2015: Samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið við hesum broytingum:
8175 Vegir, 1 mió. kr.
5775 Ítróttaranlegg, Felagshús á Argjum 1,3 mió. kr. til liðugtgerð.
5775 Ítróttaranlegg, Hoyvíkshøllin 1 mió.kr. til liðugtgerð av núverandi byggistigi.
5775 Ítróttaranlegg, Baðiland 1 mió. kr.
5110 Tórshavnar Musikskúli, 1 mió. kr.
Fíggja við hesum broytingum:
1,4 mió. kr. afturgjald av skuld
500 t.kr. 7210 Brandstøðin
3,4 mió. kr. keyp og sølu kontan.
Býráðsfundir 23. apríl 2015: Einmælt samtykt.
Býráðsfundir 21. mai 2015: Samtykt við 12 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Teir, ið atkvøddu fyri, vóru: Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Rúni Djurhuus, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Bjørg Dam, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.
Jan Christiansen greiddi ikki atkvøðu.




