Metingar: Í Sarpugerði spæla nummar 2 og 4 í helst tí á pappírinum mest áhugaverda dystinum í 13. umfarinum.
Í Norðlýsinum, sum fæst til sølu, eru metingar um allar dystirnar í 13. umfarinum uttan dystin millum Víking og B36, sum spældu steypadyst eftir at blaðið fór til prentingar. Tískil kemur metingin um tann dystin her.
Víkingur-B36
Seinasta útkall hjá Víkingi í FM stríðnum? Tað er nær við, tí tapir Víkingur her, so verður NSÍ mest sannlíkt 11 stig frammanfyri og B36 8 stig frammanfyri eftir hetta umfarið. Tað verður mest sannlíkt ov nógv at heinta inn í seinnu hálvu av kappingini. Liðini spældu ein lítið undirhaldandi dyst í steypakappingini hóskvøldið, har fortreytirnar spældu sín stóra leiklut við einum sera skerdum Víkinga liði, tá hugsað verður um skapandi kreftirnar á liðnum, og einum reyðum korti til Jákup á Borg eftir einum hálvum tíma umframt at tað var fitt av vindi. Síðani hevur Jákup kanska hita stemningin eitt sindur upp undan hesum dystinum við at hava alment meldað út, at liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, eisini átti sín lut í, at hann bleiv útvístur. Men í steypadystinum megnaði Víkingur ikki at skapa nakað nevnivert móti einum sera sterkum B36 verjuparti, har Hørður Askham og Odmar Færø vístu stórspæl. Ein kann freistast at siga, at um teir spældu enn, so hevði tann lítið kreativa manningin hjá Víkingi hóskvøldið framvegis ikki havt skorað nakað mál. Hesaferð er spurningurin, hvørjar leikarar Víkingur hevur tøkar aftur, og samstundis er ikki óhugsandi, at B36 fer at spæla meira frítt enn hóskvøldið, tá tað var merkt av, at talan var um fyrru hálvfinaluna. Tað verður trupult hjá Víkingi at fáa mál og í øllum førum meira enn tað eina, sum helst skal til fyri at skora mál, tí B36 skorar næstan altíð á útivølli, tí liðið hevur í longri tíð verið millum tey sterkastu á útivølli. B36 er favorittur, hóast liðið helst í ávísan mun fer at sakna Jákup á Borg, tí Víkingur hevur kanska framvegis ikki funnið uppskriftina uppá at opna B36 verjupartin upp. Tipping: 2 (0-2)




