Brandur sigur, at lykilin til hansara teknisku førleikar er sjálvvenjing.
Vangamynd av Brandi Olsen er gjørd í FCK TV eftir, at hann avgjørdi steypafinaluna fyri stuttari tíð síðani.
Brandur Olsen er stóra stjørnuskoti í føroyskum fótbólti í løtuni. Hann hevur seinastu árini havt sáttmála við FCK og hetta seinasta árið hevur hann eisini fingið størri og størri leiklut á besta liðnum. Í samrøðuni sigur Brandur, at hansara styrki er hansara teknisku førleikar. Og at teir eru komnir tí, at hann hevur vant so nógv viðsíðuna av vanligu venjingunum bæði í FCK og annars í sínum uppvøkstri. Hann hevur vant einsamallur, og so tá venjingarnar hava verið, so møtir hann ofta upp langt áðrenn fyri at t.d. skjóta uppá mál. Niðanfyri kann vangamyndin av Brandi í FCK TV síggjast.




