Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar skulu luttaka í Eurovision Song Contest

Janus Rein

Tað heldur Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum nú hevur sent Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, § 52a fyrispurning, har hann vil hava at vita, um Mentamálaráðið ella Kringvarp Føroya nakrantíð hava kannað møguleikan til fulnar, um Føroyar kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Janus Rein vil harafturat hava at vita, hvat kostnaðarmetingin er av føroyskari luttøku í kappingini, og hvørjar møguligar forðingar fyriliggja.

Tað heldur Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum nú hevur sent Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, § 52a fyrispurning, har hann vil hava at vita, um Mentamálaráðið ella Kringvarp Føroya nakrantíð hava kannað møguleikan til fulnar, um Føroyar kunnu luttaka í Eurovision Song Contest. Janus Rein vil harafturat hava at vita, hvat kostnaðarmetingin er av føroyskari luttøku í kappingini, og hvørjar møguligar forðingar fyriliggja.

Janus Rein dylur ikki fyri, at hann heldur, at Føroyar áttu at luttikið í Eurovision Song Contest. Hann heldur harumframt, at kappingin ikki longur bert er ein sangkapping, men at tað eisini er blivið til ein ovurhondsstóran sýnisglugga fyri luttakandi londini, har tey fáa eina einastandandi breiða marknaðarføring fyri ein relativt sera bíligan penga.

Leygarkvøldið var árliga Eurovision sang kappingin (Eurovision Song Contest) hildin. Hesuferð varð kappingin í Vien í Eysturríki. Kappingin verður vanliga hildin í tí landinum sum vann kappingina undanfarna árið. Tað er tó ikki eitt ófrávíkiligt krav, at tann sum vinnur kappingina eisini skal verða vertsland árið eftir. Í ár luttóku 40 lond, har í millum Australia, sum var boðið við sum gestaland.

Aftur í ár, eins og undanfarin ár, hevur spurningurin stungið seg upp um, hví Føroyar ikki luttaka í kappingini. Nógvar ymsar frágreiðingar og undanførslur hava verið at hoyrt í millum ár og dag um, júst hví Føroyar ikki luttaka. Tað tykist tó enn ógreitt, um Føroyar kunnu luttaka ella ikki, ella um hetta er eitt politiskt frával frá føroyskari síðu av t.d. fíggjarligum ávum. Hesum vil Janus Rein hava greiðu á.

Nógvar smátjóðir hava luttikið í kappingini í gjøgnum árini. Tvey smálond, sum altíð eru við, eru Malta og Ísland. Harumframt luttaka eisini eitt nú Kypros og Luksemburg. Í nøkur ár hevur San Marino eisini luttikið. San Marino er í nógum førum minni enn Føroyar. Har eru færri íbúgvar og bruttotjóðarúrtøkan er minni, eisini pr. íbúgva. Onnur smálond lík Føroyum, sum hava luttikið í Eurovision Song Contest, eru Andorra og Monako.

Í viðmerking til málið sigur Janus Rein, at tað er ein sannroynd, at talan er um eina kapping við ómetaliga nógvum sjónvarpshyggjarum. Kappingin hevur omanfyri 200 mió. hyggjarar. Tað er tað formliga hagtalið frá EBU (European Broadcasting Union), ið ikki umfatar allar teir óskrásettu hyggjararnar runt um í heimi. Metingar siga, at rætta talið liggur omanfyri 500 mió. hyggjarar. Í 2015 kom Kina eisini á listan yvir hyggjaralond. Staðfestast kann, at hóast talan er um eina sangkapping, har í høvuðsheitum bert evropeisk lond luttaka, verður kappingin sjónvarpað um allan heimin.


Umframt sjálva sangkappingina síggja luttøkulondini eisini kappingina sum ein góðan sýnisglugga til at varpa ljós á og marknaðarføra teirra egna land. Henda marknaðarføring, har so nógvir hyggjarar verða fangaðir í senn, kann nærum ikki gerast upp í krónum. Í øllum førum vildi talan verið um ómetaliga nógvar og dýrar lýsingar runt um í øllum heiminum.


Eitt land sum Føroyar hevði helst fingið heilt væl meira burturúr av marknaðarføring við at goldið fyri luttøku í Eurovision Song Contest, í mun til at gjalda fyri somu eksponering og marknaðarføring í øðrum miðlum runt um í heiminum.

Føroyar eiga ómetaliga nógvar góðar tónleikarar, sangarar og sangskrivarar. Hesi høvdu eisini fingið ómetaliga nógv burturúr av eksponeringini av føroyskum tónleiki. Føroyar er helst tað landið í heiminum við flest tónleikaútgávum pr. íbúgva. Týdningurin av sangskattinum í Føroyum hevði við eini luttøku í Eurovision Song Contest veruliga komið til sín rætt. Vit síggja ferð eftir ferð, hvussu væl føroyskir luttakarar klára seg í útlendskum sangkappingum av ymsum slag. Nógv bendir á, at Føroyar høvdu kunnað klárað seg væl í Eurovision Song Contest, og at tað so aftur hevði havt við sær enn meira av jaligari marknaðarføring av Føroyum.

”Kostnaðurin fyri eini føroyskari luttøku í Eurovision Song Contest hevði helst verið ómetaliga væl givin í mun til alla ta eksponering og marknaðarføring sum Føroyar sum ferðavinnuland og føroyskir tónleikarar høvdu fingið burturúr”, sigur Janus Rein at enda í stuttari viðmerking til málið.