Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróðurin er ímyndin av styrki og samanhaldi

John William Joensen

Eg ivist onga løtu í, at manningin fer at gera alt fyri at vinna felagnum og Klaksvíkini heiður. Sjálvt um tað letur til, at kappingin verður gróthørð, segði landsstýrismaðurin í Menta- og ítróttarmálum, Bjørn Kalsø í røðu tá nýggji Klaksvíkingur varð flótaður

Eg ivist onga løtu í, at manningin fer at gera alt fyri at vinna felagnum og Klaksvíkini heiður. Sjálvt um tað letur til, at kappingin verður gróthørð, segði landsstýrismaðurin í Menta- og ítróttarmálum, Bjørn Kalsø í røðu tá nýggji Klaksvíkingur varð flótaður.

Heilsan frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í ítróttamálum, tá Klaksvíkingur varð flotaður 27. mai 2015

Góðu róðrarfólk og øll, sum eru komin saman her í kvøld!

Nú er løtan komin at flota snotiliga nýggja 10-mannafarið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Báturin er smíðaður (av einslistum – rós til bátasmiðin) og nú er klárt hjá ídnu rógvarunum at fara í bátin at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til stevnuróðrarnar.

Eg ivist onga løtu í, at manningin fer at gera alt fyri at vinna felagnum og Klaksvíkini heiður. Sjálvt um tað letur til, at kappingin verður gróthørð.

Sum landsstýrismaður í ítróttamálum gleðist eg saman við tykkum um, at nýggjur bátur verður flotaður til frama fyri tjóðarítrótt okkara -kappróðurin. Kappróðurin er ímyndin av styrki og samanhaldi. Tað er avgjørt neyðugt at arbeiða saman – at hava áralag í orðsins rætta týdningi! – Og hetta eru góðir eginleikar at hava við í viðførinum í flest øllum lutum í lívinum.

Kappróðrarbáturin er ikki tann sami, sum gamli føroyski báturin, sum fyrr á døgum var lívsgrundarlagið hjá fedrum okkara.

Orðatøk, sum: “bundin er bátleysur maður”, “hjallurin er á sjónum” og “føroyingar eru føddir við ár í hond” – minna okkum á tætta tilknýti til sjógvin, og týdningin av at hava ein góðan bát.
Eisini í teirri tíðini varð kappast um, hvør var raskastur at rógva, tað veri seg á útróðri í grind ella til gamans. Livilíkindini eru nógv broytt og kappróðrarbátar verða nú nýttir til kappingar burturav. Men talan er tó í báðum førum um serligar “føroyskar bátar” og um sera sera hart arbeiði, um úrslit skulu náast. Hetta vita tit, sum fara at manna nýggja 10 – mannafarið og flagskipið í róðrarflotanum her norðuri, tí sum skilst er fyri tað nógva talan um royndar rógvarar.

Eg havi sjálvur róð kapp nakrar ferðir. Serliga í 1983. Tað var í teirri tíðini, tá kvinnurnar á Páll Fanga gjørdu um seg. Eg róði við Fípuni Føgru, sum eisini var spildurnýggj tá. Vit riggaðu hana til sjálvir, og nógv varð lagt fyri undir venjing. Sjálvur komi eg av Syðradali og tað kom meira enn so fyri, at bátsfelagarnir róðu um Kalsoyarfjørð eftir mær. Vit róðu so aftur inn á Pollin ella inn á Vágna, og tá vóru vit so upphitaðir til venjingina.

Eg minnist ikki, at tað varð gjørt nakað serligt burturúr tá, tá nýggi báturin varð flotaður, men tað mundi vera flaggdagin, sum sigur var.

Nú fara manningarnar fyrr í bátarnar og nógv verður gjørt burturúr venjing eisini um veturin. Rógvumaskinur og onnur væl skipað venjing gera, at rógvararnir eru í toppformi, tá kappingarnar byrja.
Skipað verður eisini fyri kappingum í innirógving um vetrarnar, og vit eiga enntá heimsmeistara í inniróðri í Føroyum.

Sum eg skilji á lagnum telur manningin einar 16 mans. Hetta ger, at um einum bert frá, er altíð annar at seta í staðin.

Ójavnt hevur verið, hvussu tilgongdin av rógvarum hevur verið. Okkurt árið hava mest sum allir bátar verið mannaðir og enntá hava tvey tíggjumannafør róð í Klaksvík (Norðingur og Klaksvíkskingur), okkurt annað ár hevur spurningurin verið, um nakar bátur fór at rógva.

Skal róðrinum verða lív lagað, skulu fleiri partar gera sítt, men tað er einki at ivast í, at tað hevur alstóran týdning fyri Klaksvíkar Kapróðrarfelag og kappróðurin her norðuri at hava eitt 10- mannafar, sum stendur seg væl í kappingum. Tað kastar ljós á kappróðurin, og er við til at draga ungar evnaríkar rógvarar í bátarnar og til felagið.
Eg fari at enda at takka tykkum, sum eldhuga reka Kappróðrarfelagið, at tit stíla høgt og vilja verða við á ovastu rókum – nógvir trúgvir áskoðarar eru eisini – rógvarar eru eisini, sum í áravís leggja alla orku í róðurin – stóra tøkk øll somul!

At enda fari eg at ynskja Klaksvíkar Kappróðrarfelag manning og okkum øllum hjartaliga til lukku við nýggja snotiliga 10-mannafarinum “Klaksvíkskingi”.

Fari eisini at ynskja báti og manning blíðan byr og bestu eydnu við kappingunum, sum standa fyri framman.
Takk fyri