Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyastevnan í 2005 var byrjanin til nakað serstakt

Danial Viðoy

Magnus Norðberg minnist serliga væl Norðoyastevnuna í 2005, tí tá vann hann gull í kappróðri við Nevinum Reyða. Tað var samstundis byrjanin til nøkur gullár og gullmanningar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

Magnus Norðberg minnist serliga væl Norðoyastevnuna í 2005, tí tá vann hann gull í kappróðri við Nevinum Reyða. Tað var samstundis byrjanin til nøkur gullár og gullmanningar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

Norðlýsið hevur prátað við Magnus Norðberg og spurt hann, hvør Norðoyastevna er serliga minnilig og orsøk tess.

– Eg minnist væl Norðoyastevnuna í 2005, og serliga kappróðurin. Vit vunnu gull við 8-mannafarinum, Nevinum Reyða. 2005 var eisini byrjanin til tað góðu manningina, sum hevur myndað Klaksvíking í nógv ár og enn myndar hann, greiðir Magnus Norðberg frá.

Magnus fortelur eisini, at restin av stevnuni fór við at ganga upprættur í føroyskum klæðum og eini gullmedalju hangandi um hálsin. Tað var nakað heilt serligt.

Magnus Norðberg starvaðist tá sum vikarur í Viðareiðis Skúla saman við Niels í Buð, sum róði við Sundabátinum.

– Eg minnist at seinasta skúladag hjá mínum sjeynda flokki, varð eg valdur til ársins rógvara og Niels til ársins lærara.

Magnus minnist serliga væl umtalaðu stevnu og kappróður, tí fyrireikingarnar undan hesum kappróðrarárinum var ein spennandi og mennandi tíð. Danski heimsmeistarin í rógving, Stephen Mølvig var í Klaksvíkar Róðrarfelag hesa tíðina og legði okkum lag á. – Eg minnist, at tað fyrsta hann gjørdi, var at tøma mítt køliskáp, tí tað var óbrúkiligt.

– Tað var ein ordans broytingartíð fyri kappróður í Klaksvík og annars kappróður yvirhøvur. Stílurin var fullkomiliga umlagdur til nógv seriøsari og nógv meiri venjing, enn vit vóru vanir við. Nú snúði tað seg ikki bert um venjing, men eisini um heilsugóðan kost.

– Stephen Mølvig var við til at lyfta kappróðurin á eitt heilt annað støðið. Stuttligt at minnast afturá.

Komandi Norðoyastevnu fer Magnus Norðberg aftur setast við árarnar. Nú við einum spildurnýggjum Klaksvíkingini. Umborð á 10-mannafarinum vera eisini Svein Rógvi Nielsen og Janus Dam Jacobsen, sum eisini róðu saman við Magnusi tað minniligu Norðoyastevnuna í 2005.

Norðoyastevna verður komandi vikuskiftið.