Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víðagitin klaverleikari vitjar Tórshavnar musikkskúla

Tíðindaskriv

og hevur konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Víðagitin klaverleikari vitjar Tórshavnar musikkskúla og hevur konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tíðindaskriv

Víðagitin klaverleikari vitjar Tórshavnar musikkskúla og hevur konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Í døgunum 1.- 6. Juni fær Tórshavnar musikkskúli áhugaverda vitjan. Klaverprofessari Elzbieta Wiedner-Zajac úr Wien kemur til Føroya at undirvísa ungum,gávuríkum klaverleikarum, umframt at hon eisini fer at hava eina konsert. Elziebeth Wiedner-Zajac hevur áður vitjað musikkskúlan, og hevur skúlin sera góðar royndir av hennara kønu vegleiðing. Hon er klassiskur klaverleikari í heimsklassa,og eisini ein framúr góður lærari hjá børnum og ungum.

Allar tær mongu konsertferðirnar kring knøttin hava gjørt Elzbieta Wiedner-Zajac kenda sum ein stóran tulkara av m.a. tónleiki Chopins. Hon hevur í nógv ár undirvíst á Wiener Musikuniversität, og hevur eisini verið gestaprofessari á fleiri universitetum í USA. Hesi seinnu árini hevur hon harafturat gjørt vart við seg sum tónasmiður. Les meira á www.wiedner-zajac.com

Frálæran á Tórshavnar musikkkúla fer fram sum Master Classes, sum merkir, at tað er ókeypis atgongd fyri áhugað at vera til staðar meðan frálæran fer fram. Undirvísingin verður frá mánadegi til hósdag kl. 13.30 – 18.00 í GHM hølinum á Frúutrøð. Við hesum vónar musikkskúlin at geva so nógvum sum møguligt nýggjan íblástur. Les meira á www.tm.fo

Elzbieta Wiedner-Zajac hevur sjálv solokonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin 5. Juni kl. 19.00, og næmingarnir í hennara Master Class hava konsert í Tórshavnar musikkskúla leygardagin 6. Juni kl. 16.00. Nærri fæst av vita við at ringja til musikkskúlan á tel.: 302470.

Hetta klaverskeið verður framt við gávumildum stuðli frá Grunni Thorvald Poulsen av Steinum.