Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar úr Norðurlondum vitjaðu í Føroyum

Oliver Joensen

Fakligt Forum fyri Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar FÁ6 undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur júst havt vitjan av norðurlendsku samstarvsfeløgum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi. Tað er Ledernes Netverk i Norden, LNN, sum er ein felagsskapur fyri allar leiðarar innan sjúkrarøkt í Norðurlondum. Høvuðsendamáli við vitjanini er, at fyrireika ráðstevnur, sum verða hildnar annaðhvørt ár í einum av limalondunum og samstundis at netverka. Næsta ráðstevna verður í Íslandi, 24. – 26. Mei 2016.

Vitja var í Klaksvík mikudagin, ein sera áhugaverdur og góður túrur. Um kvøldið var Klaksvíkar Býráð vertur við eini máltíð.

Túrurin endaði í Tórshavn, í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og var hetta ein sera væleydnað vitjan.

Harleywoodpaint