Føroyar liggja í einum lágtrýstøki í morgun – t.e. at luft fer at reka ímóti okkara leiðum úr ymsum ættum í allan dag. Lágtrýstøkið breiðir seg yvir eitt stórt øki, sum eisini fevnir um leiðirnar sunnan fyri Ísland og meginpartin av Norra. Í morgun liggur økið eystur og vestur. Í dag fer lágtrýstøkið at snara seg soleiðis, at tað fer at liggja í norður og suður. Ættin fer at gerast høgur eystan ella landnyrðingur í kvøld, og lotið fer at kennast eitt sindur kaldari.

Tað er lítil og eingin flutningur av luft (vindur) í morgun. Tað sindri, sum er, kemur úr ymsum. Vindmátarar Landsverks vísa allar 32 ættirnar. Vindferðin er 1 til 2 m/s – ímillum eitt fleyr og eitt lot. Og tað er ikki ofta at síggja í Føroyum.
Ælingar fara at koma og fara, men um middagsleitið fer at minka við tí, og nakað út á seinnapartin fer at torna. Hitin í dag fer at liggja um 7-8 stig.