Bleiv sera skakkur, ikki sørt skelkaður, av at lesa Sosialin 27/5-15 um eina nýggja kunngerð, ið Mentamálaráðið í samstarvi við Vinnuháskúlan, fer at seta í gildi. Hendan broytir maritimar útbúgvingar munandi, og bert til tað verra.
Bleiv sera skakkur, ikki sørt skelkaður, av at lesa Sosialin 27/5-15 um eina nýggja kunngerð, ið Mentamálaráðið í samstarvi við Vinnuháskúlan, fer at seta í gildi. Hendan broytir maritimar útbúgvingar munandi, og bert til tað verra.
At seta í gildi eina aspirantútbúgving við bert 12 mánaða praktikktíð er als ikki nøktandi, tvørturímóti Ein verulig sjóvinnuútbúgving krevur nógv longri praktikktíð/royndartíð enn skúlagongd, um hon skal vera effektiv. Alt gott um teori, men innan hetta øki eru royndirnar altavgerandi.
Umborð á skipi er ov seint at lesa manualar, um hvussu skal farast fram, tá truplar støður ella vandastøður eru, tí tá krevst handling og vitan, ikki óvitan og gitan.
Eitt er vist, fleiri skeivar avgerðir og feilir verða gjørdar, og manningar koma at liva eitt vandamiklari lív umborð á skipi, tá ið henda skipan verður veruleiki.
Hesi somu royna við hesum samstundis at billa Føroya fólki inn, at orsøkin er, at ov fá ungfólk fáa siglingstíð, grundað á, at tað eru ov fá skip til teirra at fáa siglingstíð við. Heimaflotin, serliga línubátar, mangla ofta fólk. Fleiri útlendingar sigla við føroyskum skipum. So grundgevingarnar eru møsn.
Myndugleikin hevur sjálvur lagt forðingar við at krevja eitt høgt gjald fyri trygdarskeið, ið er krav fyri at mynstra sum partur av manning. (Fyri aspirantar og ferðafólk er trygdarskeið ikki krav.) Trygdarskeiðið er eins viðkomandi á landi sum á sjógvi og átti at verið partur av fólkaskúlalæruni, og tað kostar ikki meira enn 1,3 milliónir um árið fyri allar næmingar í 9. flokki. Tað hevði búgvið hesi munandi til gerandisdagin. Fiskimannafelagið hevur fyrr verið í samband við Mentamálaráðið um hetta mál, og Mentamálaráðið sýtti tá fyri hesum.
Mentamálaráðið ger mun á ungfólki, ið ynskja ymiskar starvsroyndir. Til onnur byrjanarstørv hjá ungum verða ikki sett líknandi krøv. Um ein til dømis fer at arbeiða hjá eini byggifyritøku ella í handli, so verða ikki sett krøv um, at ein skal hava skeið ella váttanir.
Galdandi reglur fyri Vinnuháskúlan, tvs. útbúgving og krøv, eru góðar. Okkara sjófólk hava verið og eru kend fyri góðan sjómansskap, bæði her og úti í heimi. Grundin til tess eru hollu royndirnar, áðrenn sjómansskúlan. Hví gera tær verri, sum ætlanin nú er?
Føroyingar eru heimsmeistarar í at kopiera og seta í verk ymiskar skipanir og tiltøk, ið grannalond okkara hava brúkt seinastu 15-20 árini, uttan at hava kannað, um skipanin hóskar til føroysk viðurskifti. Ofta er tað ikki tilfeldið. (Bert tað er útlendskt, so er tað gott, verður ofta sagt, og tað sær út til at eisini at blíva veruleiki hesu ferð – tíverri.)
Tað er óføroyskt at broyta nakað gott til nakað minni gott. Tit skuldu skammað tykkum.
Axel Hansen




