Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Eysturoy og Árni Frederiksberg nýggir

Jákup Ósá

9 av 23 leikarum spæla uttanlands.

9 av 23 leikarum spæla uttanlands og hinir 14 spæla allir við NSÍ, B36, HB og Víkingi.

Tað eru bara tey 4 bestu liðini í Effodeildini og steypakappingini, sum eru umboðað í 23 manshópinum á A-landsliðnum, ið skal spæla móti Grikkalandi um tvær vikur, um vit ikki telja leikararnar við, ið spæla uttanlands.

Lars Olsen tók hópin út í morgun

Málverjar

Gunnar Nielsen, Stjarnan (Ísland)

Teitur M. Gestsson, HB

Tórður Thomsen, B36

Verjuleikarar

Viljormur Davidsen, Vejle (Danmark)

Atli Gregersen, Víkingur

Sonni R. Nattestad, Vejle (Danmark)

Odmar Færø, B36

Jóhan Troest Davidsen, HB

Høgni Eysturoy, B36

Gilli Sørensen, AaB (Danmark)

Miðvallarar

Fróði Benjaminsen, HB

Pól Johannus Justinussen, NSÍ

Róaldur Jakobsen, B36

Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (Noreg)

Christian L. Holst, Fremad Amager (Danmark)

Brandur Olsen, FC Keypmannhavn (Danmark)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, Vendsyssel (Danmark)

Árni Frederiksberg, NSÍ

Rene S. Joensen, HB

Áleyparar

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Andreas L. Olsen, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, Vejle (Danmark)