Tíðindaskriv frá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar Býráð: Í sambandi við fíggjarætlanararbeiðið fyri 2015, var Fólkaflokkurin ógvuliga greiður í sinum útsøgnum, og mótmælti, tá ið meirilutin legði uppskot fram um at økja skattabyrðuna hjá borgaranum við hálvum prosenti. Við útrokningum vístu vit á, at tølini vóru so mikið góð, at óneyðugt var at hækka skattaprosentið, sjálvt um stórar verkætlanir skulu fremjast komandi árini, eitt nú nýbygging av skúla og áhugaverd miðbýarætlan.
Tíðindaskriv frá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar Býráð
Soljóðandi skriv er sent Klaksvíkar Býráð 1. juni 2015
Uppskot um lækking av skattaprosentinum fyri 2016, í Klaksvíkar Kommunu
Í sambandi við fíggjarætlanararbeiðið fyri 2015, var Fólkaflokkurin ógvuliga greiður í sinum útsøgnum, og mótmælti, tá ið meirilutin legði uppskot fram um at økja skattabyrðuna hjá borgaranum við hálvum prosenti. Við útrokningum vístu vit á, at tølini vóru so mikið góð, at óneyðugt var at hækka skattaprosentið, sjálvt um stórar verkætlanir skulu fremjast komandi árini, eitt nú nýbygging av skúla og áhugaverd miðbýarætlan.
Við hesum skrivi, vilja vit leggja dent á, nú árið nærum er hálvrunnið, at inntøkurnar hjá kommununi eru sjónliga øktar. Hetta sæst greitt, um vit sammeta roknskapartølini við fíggjarætlanina. Vit kunnu tí enn einaferð staðfesta at skattahækkingin var óneyðug. Fólkaflokkurin í Klaksvíkar býráð skjýtur tí upp, at skattaprosentið fyri komandi ár verður lækkað 1%.
Sum næststørsta kommuna í landinum við stórari framgongd, er tað neyðugt at vit standa okkum í kappingini við hinar kommunurnar og megna at trekkja borgarar til okkum. Vit eiga at hava eitt skattaprosent sum liggur um miðal, tá ið vit hyggja yvir alt landið, ella um møguligt eitt sindur undir miðal.
Vit vóna at uppskot okkara verður viðgjørt við vælvild og verður lagt fyri, so býráðið far møguleika at viðgerða tað í felag, tá ið fíggjarætlanararbeiðið fyri 2016 kemur til viðgerðar.
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð
Gunvá við Keldu
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen
Atli S. Justinussen
Herfrí J. Sørensen




