Fólkatingsvalið 2015: Fólkaflokkurin avdúkaði í morgun valevnini og legði fram valskrá. Fólkaflokkurin vil við samstarva við donsku stjórnina føroyingum og Føroyum at gagni. Fólkaflokkurin sigur NEI til ES, men JA til samstarv. Og eisini vil flokkurin virka fyri, at útlendingamál so líðandi verða yvirtikin.
Fólkatingsvalið 2015: Fólkaflokkurin avdúkaði í morgun valevnini og legði fram valskrá. Fólkaflokkurin vil við samstarva við donsku stjórnina føroyingum og Føroyum at gagni. Fólkaflokkurin sigur NEI til ES, men JA til samstarv. Og eisini vil flokkurin virka fyri, at útlendingamál so líðandi verða yvirtikin.
Niðanfyri sæst eisini valevnislistin hjá Fólkaflokkinum. Eitt nú er kendi Ingi Olsen úr Vestmanna eitt nýtt andlit á Fólkaflokslistanum.
Valevni hjá Fólkaflokkinum til Fólkatingsvalið 2015:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna, Klaksvík.
Jógvan á Lakjuni, Løgtingsformaður, Fuglafjørður.
Jákup Mikkelsen, Løgtingsmaður, Klaksvík.
Jørgen Niclasen, Landsstýrismaður, Sørvágur.
Rodmundur Nielsen, Løgtingsmaður, Glyvrar.
Sólvit E. Nolsø, Vinnukundaráðgevi, Tórshavn.
Annika Olsen, Landsstýriskvinna, Tórshavn.
Ingi Olsen, Góðskuleiðari, Vestmanna.
Joen Magnus Rasmussen, Løgtingsmaður, Søldarfjørður.
Janus Rein, Løgtingsmaður, Tórshavn.
Hanus Samró, Løgtingsmaður, Tórshavn.
Brandur Sandoy.Løgtingsmaður, Sandur.
Jacob Vestergaard, Landsstýrismaður, Akrar.
Valskrá til Fólkatingsvalið 2015:
Á Fólkatingi vilja vit virka fyri einum góðum og uppbyggjandi samstarvi millum lond okkara. Fólkafloksumboð á Fólkatingi fer at virka óheft at donskum flokkum, men vil nýta sessin at tryggja okkara viðurskifti. Vit fara at føra ein virknan politikk i Fólkatinginum.
Vit vilja hava beina burtur marknaðforingar millum londini. Vit vilja tryggja og varðveita rættindi hjá føroyingum í Danmark og vilja verða vakið eyga við broytingum. Vit vilja styrkt samstarv um útbúgving, gransking og heilsurøkt. Vit vilja yvirtaka útlendingamál, men so leingi tey eru donsk, vilja vit tryggja okkara viðurskifti. Til dømis eiga vit at hjálpa flóttarfólki har tey eru, og ikki taka tey til Føroya. Vit vilja tryggja Schengen fyri Føroyar. Vit vilja tryggja eina varnað og rættvísa útlendingalóg fyri Føroyar.
Vit siga nei til ES limaskap og ja til samstarv. Okkara umboð á Fólkatingi vil verja okkum fyri ágangi og boykottum frá ES. Vit vilja taka ábyrgd frá Danmark, so hvørt Danmark letur ábyrgd til ES. Vit vilja við lóg tryggja skinsamastu lóggávu fyri okkara bankakervið, nú danir umhugsa at lata ES meira vald á sínum bankakervi. Vit vilja taka fyrivarni fyri nýggjum ES lógum og reglugerðum, sum ikki hóska til okkara samfelag. Vit vilja virka fyri fríhandli við ES.
Vit vilja, at í hvalaveiðifelagsskapinum IWC skal okkara rødd hoyrast og atkvøða telja, ella skulu vit úr felagskapinum. Vit vilja slóða fyri, at vit fáa fasta eygleiðarastøðu í ST sum eina byrjan til fullan limaskap. Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í heimshandilsfelagsskapinum WTO.
Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur NEAFC og NAFO. Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í Arktiska ráðnum. Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í IOC og harvið luttaka í Olympisku leikunum undir merkinum. Vit vilja yvirtaka okkara Loftrúm. Vit vilja endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina.
Á Fólkatingi vilja vit arbeiða fyri okkara fólk. Tað er svárt, tá sjúka rakar, og tí mugu vit tryggja okkara sjúklingum bestu sjúkuviðgerð. Vit vilja tryggja okkara ungu bestu útbúgvingarmøguleikar og vit vilja undir ongum umstøðum lata frá okkum sjálvræði á okkara tilfeingi í sjónum. Fólkaflokkurin vil á Fólkating at skapa praktiskt samstarv um praktisk mál. Hugsjónarligar spurningarnir um høgra/vinstra og um sjálvstýri/samband taka vit í Løgtinginum. Nógv kann røkkast við praktiskum samstarvi um praktisk mál.




