Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri avgerandi dystir í 15. umfarinum

Jákup Ósá

Metingar: Serliga hjá HB og AB stendur sera nógv uppá spæl sunnudagin, har munurin millum sigur og tap í týdningi og á stigatalvuni er stórur.

Metingar: Serliga hjá HB og AB stendur sera nógv uppá spæl sunnudagin, har munurin millum sigur og tap í týdningi og á stigatalvuni er stórur.

Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum metir niðanfyri um 15. umfar í Effodeildini.

– Í hesum umfarinum vil eg næstan fara so langt sum at siga, at tað kann avgera kappingarárið hjá HB og AB. Tapa tey liðini, so fáa tey meir enn trupult við at røkka sínum málsetningum, meðan ein sigur kann ”flyta fjøll” hjá teimum. Fyri spenningin í bæði toppi og botni, so er best um bæði HB og AB vinna. NSÍ kann fara frá restini við sigri, meðan dysturin við Stórá verður millum tvey lið, sum ikki hava spælt væl seinastu tíðina. Á Norðoyastevnu fáa vit svar uppá, um KÍ kann halda fast í síni góðu gongd ella um ÍF fær samband við topp 5. Tað er bara í Sarpugerði, at tað á pappírinum er lítil spenningur í, men mest avgerandi dystirnir eru í Vági og í Gundadali, sigur Jákup um 15. umfarið sum heild.

FC Suðuroy-AB

Ein sera avgerandi dystur í stríðnum um at yvirliva í deildini. Hevði eg tippað sunnukvøldið, so var nokk eingin ivi um, at eg setti eitt 1-tal. FC Suðuroy, sum spælir uttan leikbannaða Høgna Madsen, tykist hava tað sum skal til fyri at vinna heimadystirnar móti EB/Streymi og AB og tað ger, at FC Suðuroy fyribils megnar at halda teimum báðum aftanfyri. Men AB hevur fingið nýggjan venjara, og tað er ikki ein og hvør. Sámal Erik Hentze er nógv avhildin venjari í flestu støðum, og hann hevur fyrr fingið góð úrslit í AB. Men hann dugur ikki at ganda, og er eingin trygd fyri, at AB nú yvirlivir. Hendan venjarabroytingin hevur tó fingið meg til at geva AB ein møguleika hendan dystin, tí tapir AB her, so eru 8 stig upp til 8. pláss og tað verður trupult at innheinta. So tað stendur millum ein javnleik og ein útisigur, og har fari eg at trúgva uppá, at Sámal Erik fær eina dreymabyrjan. 2-talið er sett vegna eina venjaraeffekt. Tipping: 2 (0-1)

Víkingur-EB/Streymur

Tað er sjáldan, at eg havi sæð nakað lið lagt so nógv fyri í einum dysti, sum Víkingur gjørdi mikukvøldið í Gundadali. Tá liðið hevur fleiri skaðar og kanska hálvskaddar leikarar, so eru leikararnir neyvan heilt klárir aftur sunnudagin. Tí passar tað væl hjá Víkingi, at liðið fær ein á pappírinum lættan dyst. EB/Streymur hevur havt tað sera trupult seinastu tíðina, og eg dugi illa at ímynda mær, at liðið hevur nakran møguleika í Sarpugerði, hóast fleiri av Víkinga leikarunum neyvan vera 100 % upplagdir. Men troyttu leikararnir á heimaliðnum gera nokk sítt til, at tað ikki verður nakar lúsingur hjá EB/Streymi. Tipping: 1 (2-0)

TB-B36

Eg síggi nú eitt rák í TB, sum minnir nógv um tey árini, tá liðið var í bestu deildini í 2012 og 2013. Tað byrjar væl og liðið tykist vera eitt betri boð uppá okkurt av plássunum í miðjuni av stigatalvuni enn at enda í einum botnstríði. Men so steðgar upp og tað orduliga. Seinastu tríggir dystirnir hjá TB hava givið 1 stig, sum kom á heimavølli móti AB og sum skilst hevði AB uppiborið sigurin tann dystin. Og bara einaferð hevur TB megnað at skorað mál hesar tríggjar dystirnar, har mótstøðuliðini ikki eru millum topp liðini, men sum hóast hetta hava verið greitt betri enn TB. Nú møtir TB einum toppliði, sum eigur at vera svangt eftir einum úrsliti, tí B36 hevur ikki spælt væl seinastu tíðina. Mikukvøldið vóru bæði Hans Pauli Samuelsen og Lukasz Cielsewicz hálvskaddir og vera teir t.d. ikki við frá byrjan sunnudagin, so hevur TB ein møguleika. Annars vænti eg, at B36 reisir seg og vinnur á einum TB lið, sum seinastu umførini tykist hava mist serliga ”geistin”, sum eyðkendi liðið fyrsta partin av kappingini. Tipping: 2 (0-2)

HB-NSÍ

Áðrenn hálvfinaluna hóskvøldið, so ivaðist eg ikki í at seta eitt 1-tal her. Men meðan NSÍ vísti, at liðið nú eisini torir at spæla í Gundadali, so var avrikið hjá HB syndarligt. Tað er ikki hent ofta, at eg havi sæð eitt so tannleyst HB lið, sum hvørki hevði spæligleði ella neyðugu orkuna at leggja NSÍ undir trýst. Hasin steypadysturin hevur helst givið NSÍ trúgv uppá, at nú hevur liðið einki at ræðast í Gundadali sunnudagin og samstundis hevur NSÍ vunnið allar tríggjar dystirnar móti HB í ár, har HB enntá einki mál hevur skorað. Men hvussu skulu vit tulka tunga HB avrikið í seinna hálvleiki hóskvøldið? Vóru tað mongu og strævnu dystirnir seinastu tíðina, sum sótu í beinunum ella er liðið ikki betri, nú eingin Christian R. Mouritsen er at skapa spælið? NSÍ tykist hinvegin at hava nógva orku á liðnum og tí er møguleikin hjá runavíkingum at vinna sunnudagin í Gundadali kanska størri enn ofta fyrr. Eg fari tó at velja, at HB ger sum liðið gjørdi móti Víkingi fyri nøkrum vikum síðani og reisir seg í tí løtuni, tá tað kanska sær svartast út. Og síggja vit burtur frá syndarliga avrikinum í steypakappingini, so hevur HB góða gongd at vísa á í landskappingini. Hetta er eitt sats, tí fáir dagar eru hjá tungu HB leikarunum at koma fyri seg í, og 1-talið er sett kanska meir av vana enn nakað annað, tí tað skal nakað markant broytast á HB liðnum uppá 3 dagar, um liðið skal vinna. Tipping: 1 (2-1)

KÍ-ÍF 1

KÍ er form sterkasta liðið í Effodeildini, men bakgrundin er kanska í so bílig enn. Ein kann tó ikki koma uttanum, at tað hevur sæð sannførandi út hjá KÍ, serliga seinastu 3 umførini. Liðið spælir væl og skapar nógvar mál møguleikar, og á Argjum bleiv úrtøkan frammanfyri málinum eisini betri enn í dystunum frammanundan. ÍF vann á TB seinast og tað ger, at fuglfirðingar kunnu fáa samband við ovaru liðini, um teir vinna á KÍ. Tapir ÍF her, so enda teir í einum ”ongamannalandi”. Hjá ÍF hevur Bartal Eliasen leikbann, og tað kann gera tað trupult hjá ÍF, sum vanliga hevur tað sera trupult í Klaksvík. Men Norðoyastevna er, og tá er ikki vanligt, at KÍ vinnur. Harafturat skulu vit minnast til, at ÍF vann fyrra dystin millum liðini, har fuglfirðingar vístu nógv størri effektivitet frammanfyri málinum enn KÍ. Gera teir tað aftur hesaferð og KÍ fellur nógv í støðið, so er møguleikin har hjá ÍF, ið hevur einstaklingarnar til at avgera dystir og sum fyrr í ár hevur vunnið á form sterkum liði sum B36. Men heldur KÍ fram við ágangandi spælinum frá seinastu umførunum og samstundis hevur eitt sindur av máltevinum frá dystinum á Argjum við sær, so vinna klaksvíkingar sín 6. heimasigur á rað og 4. sigur samanlagt á rað. KÍ skal prógva, at liðið kann vinna yvir tíð og á Norðoyastevnu, meðan ÍF slær til av og á og kanska hesaferð? Eg haldi, at KÍ avrikini á heimavølli og serliga seinastu tíðina hava verið so mikið sannførandi, at eg tori at tippa KÍ at vinna á Norðoyastevnu. Tipping: 1 (1-0)