Ein triðingur av skattgjaldarunum í Suðurstreymoy og Norðoyggjum tjena undir 100.000 kr. um árið. Hóast góðar tíðir halda kommunurnar eitt høgt skattaprosent og tað rakar serliga tey lágløntu. Tøl frá Taks sum Norðlýsið hevur útgreinað visa at kommunurnar krevja meira enn trífalt so nógvan skatt inn frá teim lágløntu enn landskassin krevur. Tey sum hava ársinntøku sum liggur omanfyr 1 mió. kr. um árið rinda minni til kommunukassarnar enn til landskassan.
Ein triðingur av skattgjaldarunum í Suðurstreymoy og Norðoyggjum tjena undir 100.000 kr. um árið
Hóast góðar tíðir halda kommunurnar eitt høgt skattaprosent og tað rakar serliga tey lágløntu. Tøl frá Taks sum Norðlýsið hevur útgreinað visa at kommunurnar krevja meira enn trífalt so nógvan skatt inn frá teim lágløntu enn landskassin krevur. Tey sum hava ársinntøku sum liggur omanfyr 1 mió. kr. um árið rinda minni til kommunukassarnar enn til landskassan.
Í Suðurstreymoy vóru 19.517 skattgjaldarar í 2013 og av hesum høvdu 35,13 % ella 6.854 skattgjaldarar eina ársinntøku sum var undir 100.000 kr.. Hesi rindaður 6,1 mió kr. í landsskatti og 22,2 mió. kr. í kommunuskatti.
Í norðoyggjum eru 36,38 % av skattgjaldarunum sum hava eina skattskylduga inntøku sum var undir 100.000 kr.. Hesi rindaðu 1,4 mió. kr. í landsskatti og 8,4 mió. kr. í kommunuskatti.
Í tí feita endanum…
Teir 170 skattgjaldararnir í Tórshavn sum høvdu eina ársinntøku sum er omanfyri 1 mió. kr. um árið rindaðu 42,9 mió. kr. í kommunuskatti og 34,9 mió. kr. í kommunuskatti.
Tilsamans vóru 374 skattgjaldarar í Føroyum sum høvdu eina ársinntøku sum var omanfyri eina mió. kr.. Av hesum eru einans 16 kvinnur bólkaðar fyri at hava eina skattainntøku omanfyri milliónina.
74 av hesum búðu í norðoyggjum harav vóru tvey konufólk. 35 hoyra til Fuglafjarðar- og Eystur Kommunu. 24 í restini av Eysturoy, 10 í Sundalagnum, 8 í Vestmanna og Kvívík, 24 í Vágunum, 12 á Sandoynni, 17 í Surðoy. 170 persónar í Suðurstreymoy tjena meira enn eina mió. kr. um árið….
11 kvinnur í Suðurstreymi tjena meira enn eina mió.kr. …




