Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Italski sendiharrin í Danmark, Stefano Qeirolo Palmas, á kurteisisvitjan í Klaksvík

John William Joensen

Seinrapartin skipaði Klaksvíkar býráð og italski konsulin í Føroyum fyri almennari móttøku í Gamla Seglhúsinum, har Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, var vertur. Á móttøkuni helt Carla Del Zotti, professari, ein stuttan fyrilestur um, hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum. Magni Arge sum er italienskur konsul í Føroyum og Bjørn Kalsø, sum umboðar Føroya landsstýri, røddu eisini á móttøkuni í Gamla Seglhúsinum seinrapartin.

Í morgun vitjaði ferðalagið Kósina í Klaksvík, Christian í Grótinum og kjallaran í Christianskirkjuni, har listamaðurin Edward Fuglø greiddi frá um listaverkið, Jesus úr Nasaret. Tað er mentanar- og vinnuleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Palli Ziskason, sum vísir ferðalagnum runt. Seinrapartin skipaði Klaksvíkar býráð og italski konsulin í Føroyum fyri almennari móttøku í Gamla Seglhúsinum, har Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, var vertur. Á móttøkuni helt Carla Del Zotti, professari, ein stuttan fyrilestur um, hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum.

Magni Arge sum er italienskur konsul í Føroyum og Bjørn Kalsø, sum umboðar Føroya landsstýri, røddu eisini á móttøkuni í Gamla Seglhúsinum seinrapartin.