Í gjárkvøldið smurdi 1. deild hjá KÍ B71 av. Talan var um ein ruddiligan sigur, har B71 ikki fekk eitt bein til jørðina. Orsøkin til stóra sigurin var nærgangandi álopsspæl og skilagott verjuspæl hjá KÍ. KÍ vann 6-0. Tíanbetur fyri B71 bleiv sigurin ikki størri enn tað sama.
Í gjárkvøldið smurdi 1. deild hjá KÍ B71 av. Talan var um ein ruddiligan sigur, har B71 ikki fekk eitt bein til jørðina. Orsøkin til stóra sigurin var nærgangandi álopsspæl og skilagott verjuspæl hjá KÍ. KÍ vann 6-0. Tíanbetur fyri B71 bleiv sigurin ikki størri enn tað sama.
Á in.fo bleiv í gjárkvøldið skrivað, at B71 føldu seg órættvíst viðfarnar, tí ov nógvir sáttmálabundnir leikarar og eisini nakrir vanir Effo-leikarar myndaðu 1. deildarliðið hjá KÍ. Men undirritaði heldur ikki, at hetta kann vera nøkur umbering, tí talan er í størri mun um nakrar ungar og evnaríkar leikarar, sum veruliga vísa at teir eru svangir, og at teir í 1. deild vilja vísa, at Effo-fótbóltur er málið.
LES EISINI: SANDOYINGAR Í ØÐINI INN Á KÍ
Gott nokk vóru m.a. Ivan Joensen, Henry Heinesen og Hjalgrím Eltør partur av liðnum í gjárkvøldið. Men hetta kann einans eggja teimum ungu, at geva seg enn meira. Og tað er gott við íblástri frá meiri royndum leikarum.
Tað var tó ikki nakar av teimum royndu leikarunum, sum stjól yvirskriftirnar í gjár. Jóannes Kalsø Danielsen, sum hevur fingið sítt gjøgnumbrot á 1. deild í ár, skoraði hattrikk. Tvær ferðir í fyrra hálvleiki skoraði hann, ímeðan Henry Heinesen skoraði eitt. 3-0 til KÍ í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki hevði sami Jóannes ikki brúk fyri nógvari tíð til tess at fullføra sítt hattrikk. Hóast hann ikki er so høgur á vøkstri, fann hann bóltin eftir horna og stútaði bóltin væl í handaru síðu. Gott máltev.
Hini bæði málini stóðu Henry Heinesen og Hjalgrím Eltør fyri. Henry eftir brotsspark og Hjalgrím eftir eina fríspæling fram í gjøgnum vøllin.
Tað var talan um eitt sannførandi avrik í gjár, har allir ellivu vóru við til at mynda sigurin. KÍ’ararnir vóru ofta fyrstir á bóltinum og ongantíð fekk B71 nógva tíð, at umráða seg í. Eitt gott liðavrik.
MYNDIR:




