Í 2012 var Malala Yousafzai nærum dripin fyri stríð sítt, at gentur skulu sleppa at ganga í skúla, og í 2014 fekk hon – sum tann yngsti nakrantíð – Friðarheiðursløn Nobels
Í 2012 var Malala Yousafzai nærum dripin fyri stríð sítt, at gentur skulu sleppa at ganga í skúla, og í 2014 fekk hon – sum tann yngsti nakrantíð – Friðarheiðursløn Nobels
Eg eri Malala er sjálvsævisøgan hjá Malalu umskrivað til unga lesaran.
– Hjá flestu pashtunum er tað tungur dagur, tá ið ein genta verður fødd, skrivar Malala í bók síni. – Tá ið eg varð fødd, ynskti ongin pápa til lukku.
Men pápin legði onki petti í tað og gav Malalu tað sama, sum ein drongur hevði fingið.
Tá ið Malala var 11 ára gomul, tók Taliban ræðið í heimbýi hennara. Tað var eftir tað, at enska sjónvarpið BBC kom í samband við Malalu og bóðu hana blogga og siga frá lívi sínum.
Bloggurin fór víða um, og hon og familja hennara komu sær í stóran vanda. Alt fekk tó ein bráðan enda við morðroyndini í 2012.
Malala var í skúla, tá ið hon fekk at vita, at hon hevði fingið Friðarheiðursløn Nobels. Og henni so líkt, gjørdi hon av at gera seg lidna fyri dagin í skúlanum, áðrenn hon helt tíðindafund.
Malala Yousafzai: – Bøkur og pennar eru bestu vápn hjá gentum.
—
FAKTA UM BÓKINA
Patricia McCormik og Malala Yousafzai
Eg eri Malala
Jenny Johannessen týddi
262 bls./heft
—




