Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5-mannafør gentur: Firvaldur vann við nýggjum meti

Danial Viðoy

Tað er Kappróður í Kollafirði á Sundalagsstevnu í dag. Fyrsti róðurin er júst avgreiddur, sum Firvaldur vann. Fípan Fagra úr Klaksvík endaði í dag á fjórða plássi.

Tað er Kappróður í Kollafirði á Sundalagsstevnu í dag. Fyrsti róðurin er júst avgreiddur, sum Firvaldur vann. Fípan Fagra úr Klaksvík endaði í dag á fjórða plássi.

Tær úr Fípuni Føgru róðu ein heldur misjavnan róður í dag. Tær fingu eina hampuliga byrjan, men høvdu eftir 300-400 metrar trupult við at fylgja við teimum fremstu bátunum.

Tað var aftur í dag Firvaldur, sum stjól yvirskriftirnar. Sigurin var ikki eins greiður og á Norðoyastevnu, men hesaferð gjørdu tær bart við einum nýggjum meti.

Úrslit:

1) Firvaldur 05.15.13 (nýtt met)

2) Jallurin 05.17.15

3) Silja 05.17.19

4) Fípan Fagra