Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi og Sambandsflokkurin bresta saman í Reinsarínum

Tíðindaskriv

Jørðin skelvur og lunnar bresta týskvøldið, tá tjóðveldis- og sambandsvalevni bresta saman, tá ið mótpolarnir í føroyskum politikki fara at seta orð á loysing/samband spurningar nú vit skriva 2015.

Jørðin skelvur og lunnar bresta týskvøldið, tá tjóðveldis- og sambandsvalevni bresta saman, tá ið mótpolarnir í føroyskum politikki fara at seta orð á loysing/samband spurningar nú vit skriva 2015.

Tað verður øðrvísi. Tað verður undirhaldandi. Tað verður hart og kontant.

Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fara týskvøldið at bresta saman í Reinsarínum, og fleiri valevni hjá flokkunum fara stutt og greitt at skifta orð um ein tann mest avgerandi spurningin í Føroyum. Skulu vit ganga nærri fullveldinum ella varðveita Ríkisfelagsskapin?

Høgni Hoydal og Kaj Leo Holm Johannesen kjakast um Ríkisfelagsskapin. Tórbjørn Jacobsen og Helgi Abrahamsen bresta saman. Kristina Háfoss og Bjørn Kalsøe skifta orð um fólkatingsvalið og Annita á Fríðriksmørk og Johan Dahl kjakast um blokkin.

Síðani fáa onnur valevni til fólkatingsvalið hjá Tjóðveldi og Sambandsflokkinum høvið at taka orðið.

Tað er klokkan 20.00, at tiltakið byrjar. Øll áhugað eru vælkomin í Reinsaríið, eisini ber til at lurta beinleiðis á Rás2.

Harleyfacadeacryl