Klaksvíkingur vann seinast, men kappingin frá serliga Drekanum Reyða væntast at blíva sera hørð í ár.
Á Norðoyatstevnu vann Drekin Reyði greiðan sigur hjá 10-mannaførunum, meðan Klaksvíkingur sum so ofta fyrr svaraði aftur í Kollafirði, har báturin hevur góðar royndir. Leygardagin verður róð á Fjarðastevnu á Strondum og tá fáa vit at síggja, hvør leggur seg fremst í samlaðu FM kappingini, har Klaksvíkingur og Drekin Reyði liggja javnir eftir tær báðar fyrstu stevnurnar. Lagt er upp til harða kapping hjá 10-mannaførunum í ár.




