KÍ er besta liðið seinastu 5 umførini og hevur nú skorað flest mál í 1.deild í ár.
KÍ er besta liðið seinastu 5 umførini og hevur nú skorað flest mál í 1.deild í ár.
NSÍ byrjaði betri og var kanska betra liðið fyrra partin av fyrra hálvleiki, men tá KÍ fekk hol á, so setti heimaliðið seg á dystin. KÍ førdi 3-0 í hálvleikinum og endaliga støðan gjørdist 5-1. Hjá KÍ kundi málverjin og liðskiparin Fríði Sigurðsson enntá brenna eitt brotsspark, tá støðan var 5-1. Málini hjá KÍ skoraðu Jóannes K. Danielsen, Eivindur Sørensen, Steinbjørn Olsen, Jóanis V. Petersen og Gunnar Christiansen.
KÍ hevur nú vunnið 5 dystir á rað og er liðið, ið hevur skorað flest mál í deildini. Samstundis nærkast liðið av álvara teimum ovastu liðunum. KÍ liggur í løtuni sum nummar 4 í 1.deild.




