Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fegnar pisur

Danial Viðoy

Tað er í hesi vikuni, at nógvir ungdómar fáa húgvu á høvdið sum løn fyri tógvið stríð í ávikavist tvey og trý ár. Í morgun vóru nógvir feskir húgvuklæddir ungdómar á Kambsdali.

Tað er í hesi vikuni, at nógvir ungdómar fáa húgvu á høvdið sum løn fyri tógvið stríð í ávikavist tvey og trý ár. Í morgun vóru nógvir feskir húgvuklæddir ungdómar á Kambsdali.

Tað er sum vera mann ein ordans lætti, tá ið húgvan endiliga sleppur at sita á tí unga og klóka.

Tað er eisini nú at vegirnir skiljast og at tey ungu so smátt velja sína lívsleið annaðhvørt tað er við nógvum árum á skúlabeinki, ella tað er beint til arbeiðis.

Høvdið kennist nakað fult av øllum góðum, og eru tey ungu allar helst troytt av orðum lærarans og bókarinnar. Tískil leita nógv sær beint til arbeiðis at hvíla læruvøddan í eina tíð og hetta til gagns fyri tann kanska soltna pengapungin.

Ongin ivi er um, at nýklaktu pisurnar eru fegnar fyri avrikið. Tað skal sjálvandi feirast í dag og í hesi vikuni. – Tillukku og góða eydnu, skal ljóða haðani.

Sí nakrar fáar myndir niðanfyri: