Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listarligir úrmælingar í Tøting!

Grót

Vit gleða okkum at bjóða vælkomin, til ein av okkara fólkakærastu sangarum Stanley Samuelsen, ið kemur at fjálga okkum hetta summarkvøld saman við dugnaliga bygdamanni sínum Helga Midjord í Tøting og unga gittarúrmælinginum Alva Joensen.

Vit gleða okkum at bjóða vælkomin, til ein av okkara fólkakærastu sangarum Stanley Samuelsen, ið kemur at fjálga okkum hetta summarkvøld saman við dugnaliga bygdamanni sínum Helga Midjord í Tøting og unga gittarúrmælinginum Alva Joensen.

Stanley hevur við síni drúgvu tónlistarligu yrkisleið og dugnasemi, av røttum vunni seg djúpt inní hjarnuna á føroysku fólkasálini. Við síni 6 útgávum sum eitt framúr tónaskald, lag og teksthøvundur, umframt sítt meistarliga handverk á gittarinum, kunna áhoyrarnir trykt planta seg djúpt í sofurnar og lenistólarnir í Tøting og nýta hesa uppliving. Afturat sær hetta kvøldið, hevur Stanley fingið sera dugnaliga danska bassleikaran Jens Jefsen, ið sjálvur eisini hevur eina drúgva og glæsiliga tónleikaliga yrkisleið, við ímillum annað 8 solo útgávum, umframt at verða ein kendur og virdur bassleikari úti í stóru verð.

Helgi Midjord, sum eins og Stanley, er Fuglfirðingur, er ein sera dugnaligur fjøllistamaður, hvørs hendur og hugflog hava dugna til mong framúr listarverk, bæði við pensli, høggijarni og plektara. Fríggjakvøldið verður tað plektarin ið verður drigin upp úr hattinum, umframt at vit nokk eisini fáa nakrar av hansara vøkru málningum at prýða pallin.

Afturat teimun báðum fólkakæru tónleikarunum, fáa vit eisini vitjan av unga supertalentinum og gittarúrmælinginum Alva Joensen úr Gøtu.
Alvi vann klassisku talent-kappingina Stella Polaris í vetur. Alvi er í løtuni búðsitandi í Danmark, har hann er í tónleikaraligum útbúgvingarørindum.

Kostnaður 150 kr. (Limir í Grót 100 kr.)