Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Edward í Odense

Dávur Winther

Ein framsýning, sum eggjar til umhugsni, samstundis sum hon talar til smílið, ævintýrið og speisemið.

Ein framsýning, sum eggjar til umhugsni, samstundis sum hon talar til smílið, ævintýrið og speisemið. Soleiðis skrivar m.o. Fyns Stiftstidende um framsýningina, Explorer, hjá Edward Fuglø, ið læt upp í Norðatlantiska Húsinum í Odense 18. juni.

Eisini drotningin dámar listina hjá Edward Fuglø, greiðir Steen Møller frá, formaður fyri sosial- og marknaðarnevndini hjá Odense kommunu, tá ið hann letur framsýningina upp. Drotningin eigur tvey listaverk av Edwardi – tað seinna var gávan frá Føroya Landsstýri á 40 ára hátíðarhaldi hennara sum drotning. Steen Møller er eisini formaður í stýrinum fyri Norðatlantiska Húsið.

Eisini umboðsmaður Føroya í Danmark, Sigmundur Ísfeldt var til staðar, tá ið framsýningin læt upp og segði nøkur orð við hátíðarløtuna, har nógv fólk vóru komin saman, hóast fólkatingsvalið leikaði sum harðast, júst tá.

Framsýningin er opin til 17. august. So til ber eisini hjá ferðandi at steðga á í Odense og leita sær til havnarlagið, har Norðatlantiska Húsið liggur og síggja framsýningina og serliga veggjamálningin, Svanadrotningin. Til ber eisini at fáa ein góðan bita í navnframu matstovuni, í somu hædd, sum framsýningin.