Í gjárkvøldið var, sum siður er, pisufundur á Gøtusandi. Nakrar áhugaverdar myndir frá fundinum.
Í gjárkvøldið var, sum siður er, pisufundur á Gøtusandi. Nakrar áhugaverdar myndir frá fundinum.
Eftir tógvið stríð er tann væl umtókta húgvan komin har, sum hon skal vera, nevniliga á høvdið. Tað er fyri hesum tað verður kempað fyri í ávikavist tvey og trý ár.
Húgvan í sjálvum sær kann einki, men innihaldi fram til húgvuna, hevur uttan iva nógv virðið. Tað, sum er nátt á miðnámsskúlanum, er ein góð barlast til framtíðina.
Tríggjar røður vórðu hildnar á G!øtusandi. Umboðið fyri studentarnar, helt fyri, at best hevði kanska verið at hildið røðuna á donskum, tí mest sum allar lærubøkurnar eru á donskum. Málið til fyrireiking er á donskum. Tað er bert í skúlanum og til munnligar royndir, at føroyskt verður snakkað, ikki uttan at annað er tilskilað. – Tað er kanska okkurt alvorligt í hesum snakki.
Eisini nevndi hendan unga daman, sum helt røðuna, at í løgtinginum er miðalaldurin omanfyri tey 50 árini. – Ein gongd, sum burdi verið vend, tí veit ein miðaldrandi hvat rørist millum tey ungu, neyvan.
Rólant Waag Dam var gestarøðari. Træðrir frá røðu hansara kunnu knýtast í røðuna frá studentunum. Tí tað er ikki uttan stríð at úrslit verða nádd. Og tað er ikki nakar, sum ger nakað fyri teg. Einki úrslit verður nátt uttan tógvið stríð. – So tey ungu skulu ’bara’ blanda seg uppí, eisini upp í politikk og annars tí, sum fyriferst í tí føroyska samfelagnum.
Nógvir góðir tankar og nógvar góðar ætlanir verða havdar á lofti hesa tíðina á árinum. Onki er óført. – Nú er at brúka momentum og stríða seg víðari í lívinum.
Góða eydnu, allar pisur! – Heilsan frá Norðlýsinum.




