Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverd skrá á Voxbotn

Danial Viðoy

Tað er talan um eina fjølbroytta og áhugaverda skrá á Voxbotn 2015. Nøkur fá spennandi útlendsk nøvn, ímeðan tað eru fleiri áhugaverd føroysk nøvn.

Tað er talan um eina fjølbroytta og áhugaverda skrá á Voxbotn 2015. Nøkur fá spennandi útlendsk nøvn, ímeðan tað eru fleiri áhugaverd føroysk nøvn.

Holgar leggur út klokkan 15.00 á Fast pallinum, ímeðan Døgg Nónsgjógv verður tann fyrsta á Stóra Palli. Eftir at hesi bæði hava hita báðar pallarnar upp, koma Esther Kristiansen, Beinir, Marni Kruse, Marius og Stanley skiftast um at framføra á Fast og Stóra palli.

Klokkan 19.45 kemur tað fyrsta útlendska navnið á pallin. Rokkbólkurin U.D.O., sum spælir veruligan tungmálmsrokk, fer at blæsa pallin um koll.

Beint eftir tað kemur Jógvan frá X-factor at sissa luttakararnar eina løtu, áðrenn Samantha Fox sleppur fram at á Stóra Palli klokkan 21.30.

Samantha Fox fer allar helst at fáa fólkamongdina at kóka og tískil verður brúk fyri sissandi og klárum røddum eina løtu. Flamma sleppur tá fram at, áðrenn seinasta útlendska navnið sleppur at framføra.

John Martin trínur á pall saman við Michel Zitron klokkan 23.00. Talan er um ein sjarmerandi fýr, sum í løtuni hittar við lagnum ”Anywhere for you”. Síggj og hoyr lagið niðanfyri.

Restina av kvøldinum eiga Signar & John, Byrta, Swangah og Eyðun & Terji. Síggj skránna í mynd niðanfyri.