Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sama søgan

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Hóast KÍ leikliga var betri enn NSÍ gjøgnum nærum allan dystin, so endaði dysturin við 3-3 javnleiki.

Tað var sum væntað frálíkt undirhald, ið KÍ og NSÍ borreiddu við í seinasta dystinum áðrenn summarsteðgin. Bæði liðini vildu leypa á og tað slagið vann KÍ størsta partin av dystinum. Men frammanfyri málinum var eingin munur á liðunum og tí endaði dysturin við javnleiki 3-3, sum heimaliðið týðuliga var meira ónøgt við enn NSÍ. 
Javnleikurin kundi ikki brúkast hjá nøkrum liði, tí NSÍ misti fyri fyrstu ferð í ár oddasessin, meðan KÍ framvegis hevur trupult við at koma í topp 4, hóast KÍ neyvan hevur víst eins sannførandi spæl í fleiri ár. Tí bæði hesi seinastu umførini hevur KÍ leikliga verið væl betri enn bæði B36 og NSÍ, ið eru tey bæði fremstu liðini á stigatalvuni higartil í ár. Men KÍ hevur ikki eins lætt við at skora avgerandi málini, og tí er liðið ikki í toppinum, hóast liðið seinastu tíðina hevur spælt sum kanska besta liðið í Føroyum.