Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúka propangaskanónir í staðin fyri fuglaræðarar

Oliver Joensen

 Norðlýsið hevur áður skrivað um trupulleikarnar, sum Føroya Sílaveiðufelag hevur við bakum og másum, sum fara avstað við stórum parti av smoltinum, sum er alt í Havnardali og sum sett er út í Leynará.

Eitt stórt sjálvboðið arbeiði hevur í fyrstu atløgu verið gjørt á smoltstøðini í Havnardali og síðani við at seta upp laksatrappur, laksateljara og eisini uppseting av ræðarum eftir stórum parti av Leynará. Tí er stórt spell at tað gongst so illa at halda fuglinum burtur.

Møguliga er loysnin at fara at royna hesar italsku propangaskanónirnar. Sambart NRK, so hevur gingið vøl hjá bøndrum í Noregi, sum dyrka grønmeti, at styggja dúgvur burtur frá veltunum.

Niðanfyri er eitt link til samrøðu við ein norskan bønda, ið roynir hesar kanónirnar á veltu síni:

http://www.nrk.no/ostfold/1.12426202