Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ásvald er allastaðni

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Aarhus Ítróttarpark, sum varð tikin í nýtslu í 1920, hevur lagt nógv ár eftir sær við hópin av ítróttarligum virksemi. Nú verður staðið kallað, Ceres Park & Arena og er eisini partur av ítóttar-heildini, Atletion í Aarhus.

I 2001 varð ein størri umbygging gjørd í ítróttarparkini, har stadion var umbygt við hópin av sitiplássum, ráðstovu- og undirvísingarhølum. Umbyggingin kostaði 240 mill. kr.

Á heysti í 2006 fekk stadion heitið, “NRGi Park” eftir táverandi høvuðsstuðlinum NRGi. Men í 2015 varð navnið skift aftur til Ceres Parkin eftir núvarandi høvuðsstuðlinum, Ceres.

Ceres Arena er heimavøllur hjá hondbóltsfelagnum Århus Håndbold og hevur eisini verið tað fyri fleiri landsdystum í hondbólti.

Ceres Park & Arena, sum staðið eisini verður kallað, er, ikki um at tala, eisini heimavøllur hjá navnframa fótbóltsliðnum, AGF. Fleiri onnur hava sítt virki her, teirra millum Team Danmark og Atletik.

Tvey ár á rað hevur FC Barcelona verið á venjingarlegu á Ceres Park & Arena, sum tí eisini legði gras til fleiri av dystunum hjá FC Barcelona.

Sitiplássini eru sum frá er liðið økt í stigum, so nú kunnu sita 20.000 áskoðarar. Tað er Århus kommuna, sum eigur Ceres Park & Arena, meðan tað er Århus Elite, sum rekur virksemið kring stadion.

Tá ið eg gekk og slotaði fram við økinum í dag, bar eg kenslu á onkran, sum leggur nýggja rennibreyt og alt atletikøkið annars í Ceres Parkini – Christin frá Polytan við sínum útleggingarliði úr Týsklandi og eystaneftir eisini. Har vóru eisini fleiri amboð við eyðkenda litinum og búmerkinum hjá Polytan.

Parkin hevur seinnu árini verið nógv brúkt til konsertir og onnur størri tiltøk. Hetta hevur slitið uppá vallarøkið. Tí varð avgjørt at leggja alt atletikøkið við m.ø. rennibreyt av nýggjum. Útbjóðingina, ið ikki var so lítil, vann Polytan, sum hoyvíksdrongurin, Ásvald Simonsen er stjóri fyri við norðurlondum sum viðskiftaøki.

Eitt umráðandi stig í at leggja alt atletikøkið av nýggjum var eisini, at DM i frælsum ítrótti verður í Århus í augustmánði í ár.

Ásvald Simonsen hevur vegna Polytan lagt fleiri líknandi atletikøki við leikvallir í Danmark og norðurlondum annars, eins og graslíkisvallir í Føroyum – m.a. tann í Klaksvík.