Av línu- og garnaskipunum í bólki 3 hevur Klakkur selt fyri nógv mest higartil í 2015.
Av línu- og garnaskipunum í bólki 3 hevur Klakkur selt fyri nógv mest higartil í 2015.
Men eins og í øðrum skipabólkum, so eru fortreytirnar ymiskar hjá fleiri bátum. Summir hava rættindir á m.a. Flemish Kap og í Eystur Grønlandi, ið aðrir ikki hava. Og nakrir heilfrysta fiskin umborð – m.a. Klakkur og Kambur – meðan aðrir bara hava ísfisk. Og eisini er ymiskt, hvat fyri fiskaslagi og útgerð bátarnir hava roynt við, tí m.a. hevur Ågot roynt við gørnum og ikki línu, sum teir flestu av hinum í bólki 3.
Klakkur hevur áðrenn hendan seinasta túrin selt fyri yvir 16 milliónir. Tað er tað mesta, ið nakað skip í bólki 3 hevur sambært nýggjasta yvirlitinum hjá Vørn, ið er dagfest 6. juli, men sum manglar avreiðingarnar hesa vikuna og møguliga onkran túr afturat hjá onkrum skipi. Kambur er næstur við sølu uppá yvir 13 milliónir. Hetta eru teir báðir, ið hava selt fyri nógv mest sambært yvirlitinum.
Topp listin sær soleiðis út fyri tey 16 línu og garnaskipini:
1. Klakkur 16.373.866 mió
2. Kambur 13.296.854
3. Eivind 8.972.705
4. Sigmund 8.124.974
5. Ågot 7.484.239




