Fríggjakvøldið 10. juli klokkan 20.00 vitja Summartónar aftur á Bókasavninum við Løkin. Hetta er triðja av fimm konsertum á bókasvninum í summar, og hesuferð eru tað tveir italiumenn JOŽE KOTAR á klarinett og LUCA FERRINI á klaver.
Felags heitið fyri skránna hetta kvøldið er “Music from the Islands”, og fevnir tað um fleiri verk og fleiri tónasmiðir. Forkunnugt er t.d. at síggja, at bæði Teitur Lassen og Knút Háberg Eysturstein eiga verk, sum verða framførd hetta kvøldið. Vanliga seta vit ikki teir báðar í samband við klassiskan tónleik. Verkið hjá Knúti er ein frumframførsla, eins og verk hjá C.S.L. Parker. Konsertskráin sær soleiðis út:
Vitja Avsec(b. 1970), Slovenija
“Glosa” – Ten miniatures for clarinet and piano
Teitur Lassen(b. 1977), Faroe
“Desert Island Music”
Kristian Blak(b. 1947), Faroe
“Dialogue n. 2”
Knút Háberg Eysturstein(b. 1980), Faroe
“Oyggjagleiv” (Island Wanderer)
– frumframførsla –
C.S.L.Parker(b. 1961), England / Ireland
“The Ice Melt”
– frumframførsla –
Jan Nordal(b. 1926), Iceland
“Ristur” (Carvings)
Charles Camilleri(1931–2009), Malta
Four Greek songs
Atgongmerki kostar einans kr 50,-
Og bókasavnið bjóðar drekkamunn.
Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga tónleikaløtu á Bókasavninum við Løkin.
Meira kann lesast um bókasavnið og summarkonsertirnar á heimasíðuni www.lokin.fo




