Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll til Víking

Jákup Ósá

Víkingur váttar, at arbeitt verður við at styrkja um hópin áðrenn midnátt.

Ólavur Thomen váttar, at Víkingur arbeiðir við at styrkja um hópin áðrenn midnátt.

Víkingur er eitt av liðunum, ið kappast um FM í ár. Samstundis er Víkingur í steypafinaluni 4. árið á rað. Í kvøld stongir flytingargluggin og nógv bendur á, at Víkingur fær styrk áðrenn midnátt. Ólavur Thomsen situr í Effonevndini hjá Víkingi.

– Vit arbeiða við at styrkja um hópin. Talan er um føroyskan leikara, ið kann geva okkum betri breidd, men meir kann eg ikki siga, fyrr enn alt er komið uppá pláss, sigur Ólavur Thomsen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Norðlýsið hevur fingið upplýst frá fleiri keldum, at talan er um 29 ára gamla miðvallarleikaran Páll Mohr Joensen, sum hevur havt sáttmála við HB, men sum bara hevur leikt 48 minuttir í Effodeildini í ár.