Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú skulu vegirnir bøtast við heitum asfalti

Klaksvik.fo

Eitt samt býráð tók á fundinum hósdagin 9. juli 2015 undir við einum máli um, at kommunan keypir eina sokallaða asfaltsbingju, sum skal brúkast, tá kommunan fremur viðlíkahald av vegum. Talan er um eina bingju, har heitt asfalt kann goymast í, og sum verður sett á ein lastbil. Hetta upplýsir virkandi borgarstjóri og formaður í Teknisku Nevnd, Steinbjørn O. Jacobsen

Teknisku nevndirnar og umsitingin hava mett, at ein asfaltsbingja til smærri asfaltsumvælingar av vegum kommunurnar hevði komið sera væl við hjá vegadeildini, tí vegirnir eru illa slitnir og hava fingið stóran frostskaða eftir tann seinasta veturin.

Viðlíkahaldið av vegum er tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið, og við verandi arbeiðsgongd halda umvælingarnar ofta stytri enn eina viku. Bøting av holum í vegnum við heitum asfalti við lími er ein loysn, sum heldur munandi betur; og úrslitið verður frægari vegir í kommununi fyri væl lægri rakstrarkostnað pr. ár, enn tað sum er galdandi í dag.
Tí kemur tað sera væl við, at Klaksvíkar Kommuna fær betri og meiri tíðarhóskandi amboð til bøting av vegum og gongubreytum v.m.

Asfaltbingjan kostar einar 200 tkr., og roknað verður við, at bingjan verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina.

Stór asfalteringsarbeiði eru í gongd

Tekniska Nevnd ger nú á hvørjum ári eina raðfesting av vegum í kommununi, sum skulu hava nýtt asfalt álagt. Í ár er talan m.a. um asfaltering av vegateinum í Árnafirði, á Norðoyri, í Gerðagøtu, Hamarssniðið, Helnaskákið og við Gamla Skúla, tilsamans einar 7000 fermetrar av vegi, sum fáa nýtt asfalt álagt, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

Vegna sparingar í rakstri asfalteraði kommunan lítið og einki í nøkur ár, og var ætlanin hjá kommununi at økja upphæddina aftur næstu árini. Hóast avsetingin til viðlíkahald av vegum er økt seinastu árini, so megnar kommunan ikki at halda vegirnar í nóg góðum standi, tí slitið pr. metur veg er størri enn tað, sum asfalterað verður.

Ynskiligt er, at avsetingin til asfaltering verður hægri komandi árini, men talan er sjálvandi um politiska raðfesting, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen.