Pison gjørt sera góðan túr undir Føroyum
Tað hevur ligið væl fyri hjá Pison síðstu tíðina.
Pison legði at bryggju á Kósini fyrr í dag, og Kósin hevur eisini keypt fiskin. Hann hevur roynt undir Føroyum á sunnaru leiðunum. Hans Jacob Vitalis er reiðari, og hann letur væl at.
– Pison hevur roynt í 12 dagar og hevur 140.000 pund, har størsti parturin er longa. Hetta er 4. túrurin hjá okkum síðani vit byrjaðu aftur fyrr í ár og allir hava verið uppá meir enn 100.000 pund. Eg haldi, at hetta er tað besta summarið til fiskiskap hjá línubátunum í nógv ár, sigur Hans Jacob Vitalis við Norðlýsið.
Skipari á Pison hendan túrin var Petur Gilbert Gullaksen. Pison fer væntandi nýggjan túr týsdagin.




