Grindin var ring at fáast við.
EIn grind liggur í løtuni út fyri Syðradal á Kalsoynni.
Enn er ógreitt, hvussu stór grindin er. Helst verður hon rikin inn á Klaksvík.
Dagføring kl. 08.37: Grindin er farin longur norður nú í Kalsoyarfirði og tað frættist, at hon er ring at fáast við. Talan er ikki um nakra stóra grind siga fólk, ið eru hjá grindini. Sea Shepherd báturin Sam Simon er eisini hjá grindini.
Dagføring kl. 08.45: Skal ein trúgva Sea Shepherd oddamanninum Paul Watson, so skrivar hann á facebook, at talan er um 30-35 hvalir. Hann sigur eisini, at tveir skjóttgangandi bátar hjá Sea Shepherd er afturat Sam Simon hjá grindini umframt nógvir føroyskir bátar.
Dagført kl. 09.17: Grindin fer longur og longur norður. Nú er hon út fyri Mikladal. Tvey verjuskip eru hjá grindini umframt smábátar og bátarnir hjá Sea Shepherd. Talan er um lítla grind, sum er trupul at reka. Myndirnar eru tiknar júst nú frá Kunoy.
Dagført kl. 09.45: Einki hevur verið at sæð til grindina í longri tíð og bátar eru á veg til hús aftur. Bátar hava verið spjaddir í Kalsoyarfirði í longri tíð uttan at hava sæð nakra grind. Grindin, sum fólk á Húsum funnu, hevur allatíðina verið trupul at rikið og harafturat hevur rákið verið norður gjøgnum fjørðin.




