Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mest nýtta dreingjanavn er Rókur og gentunavn er Eva

Danial Viðoy

Stórar broytingar eru í fornøvnum hjá føroyskum monnum og kvinnum. Tað sæst av yvirlitinum við teim mest nýttu fornøvnum, ið foreldur geva teirra nýføddu børnum. Til tess at geva eitt betri grundarlag fyri at síggja týðiligar broytingar er yvirlitið ikki fyri eitt einstakt ár men fyri 5 tey síðstu árini 2010 – 2014.

Stórar broytingar eru í fornøvnum hjá føroyskum monnum og kvinnum. Tað sæst av yvirlitinum við teim mest nýttu fornøvnum, ið foreldur geva teirra nýføddu børnum. Til tess at geva eitt betri grundarlag fyri at síggja týðiligar broytingar er yvirlitið ikki fyri eitt einstakt ár men fyri 5 tey síðstu árini 2010 – 2014.

Tað skrivar Hagstovan.

Serliga eru broytingarnar stórar hjá mannfólkinum. Tað eru heilt onnur nøvn, sum nú liggja ovast hjá dreingjunum tey síðstu fimm árini, enn tey mest vanligu og siðbundnu hjá monnum yvirhøvum.

Nú verða dreingirnir oftast kallaðir Rókur, Jónas, Aron, Boas, Mattias, Brandur, Benjamin, Lukas, Elias, Filip, Nóa og Silas, fram um tey meira siðbundnu nøvnini sum Jákup, Jógvan, Martin, Ólavur og Magnus. Eisini nøvn sum Jónatan, Ári og Liam koma fram um Andrias, Dánjal og Jákup. Og Ólavur endar niðan fyri nr. 100 á listanum, undir liðini á Óðin.

Best umtóktu gentunøvnini eru sum yvirlitið vísir Eva, Lea, Sára, Rebekka, Emma og Naomi. Men longu á 7. plássi koma tvey meira siðbundin nøvn sum Hanna og Maria. Síðani Bára, Ida, Ró, Ronja, Lilja, Rósa og Vár. Brá er eins vanligt og Jóhanna, Rannvá, Lív, og Olivia. Og Drós eins vanligt og Miriam, Silja, Bjørg, Fríða, Elisabet og Sofía.

Nógv tey flestu av av teim mest nýttu fornøvnum hjá nýføddum dreingjum og gentum eru staknøvn, t.v.s. bara eitt fornavn. Nøkur fá eru so dupultnøvn ella samansetingar av tveimum ella fleiri fornøvnum. Hetta kemur nakað oftari fyri hjá gentum enn hjá dreingjum. Hjá gentum er tað nógv oftast Maria, sum eisini verður nýtt í dupultnøvnum, og síðani Sofía, Elisabet og Anna. Hjá dreingjum er tað oftast Jákup.

Í yvirlitinum niðanfyri eru tríati tey mest nýttu fornøvnini hjá monnum og kvinnum 1.1.2015. Her standa langt ovast tey meira siðbundnu nøvnini sum Jákup og Jógvan hjá monnum og Maria og Anna hjá kvinnum.

Samanbera vit hetta yvirlitið við tað frammanfyri, síggjast tær broytingar, sum eru í fornøvnunum. Jákup og Jógvan eru sum nevnt mest nýttu fornøvn hjá øllum monnum, men á listanum við fornøvnum hjá nýføddum dreingjum er Jákup niðri á 26. plássi og Jógvan á 16. plássi. Hjá øllum kvinnum eru Maria og Anna ovast, men hjá nýføddum gentum er Maria á 8. plássi og Anna á 16. plássi.

Av dupultnøvnum hjá monnum eru samansetingar við Hans, Jákup og Pauli tær vanligastu, og hjá kvinnum samansetingar við Maria og Anna.

Sí hagtølini í myndum niðanfyri:

Harleyfacadeacryl