Her á síðuni sæst nú hvørt síl og hvør laksur, sum fer niðan Leynará. Í morgun sigur laksateljarin at 18 eru farin niðan.
Josias Jacobsen, formaður í Føroya Sílaveiðufelag sigur, at laksateljarin hevur stóran týdning fyri limir felagsins og onnur, ið hava áhuga fyri sílum og laksi.
Nakað tekniskt er broytt við sjálvum teljaranum. Broytingar eru eisini á veg við forritinum, tí arbeitt verður við at fáa laksateljaran at duga at skilja ímillum síl og laks. Í dag er tað soleiðis, at Peter A. E. Djurhuus hvørt kvøld ella um morgunin, gongur ígjøgnum tær myndir, sum laksateljarin hevur tikið av fiski sum kemur niðan. Peter A. E. Djurhuus trekkjur so sílini frá í talinum, sum teljarin hevur talt.
Nú arbeitt verður víðari fram við forritinum, sær framtíðin hjá laksateljaranum sera spennandi út.
Vit fregjaðust eisini hjá Josiasi Jacobsen, formanni í Føroya Sílaveiðufelag, um hvussu støðan er, nú felagið er við at skifta laksastammuna út.
Vit fingu sum kunnugt gitin rogn úr Íslandi fyri tveimum árm síðani. Smoltið frá tí sendingini er farið út í vár. Kanska síggja vit okkurt aftur í komandi ári, men í 2017 og 2018 skuldu vit sæð nógv av hesum. Í ár hava vit fingið fleiri rogn úr Íslandi, og tey smoltini ganga nú á klekingarstøðini hjá Sílaveiðufelagnum í Havnardali, har eldsálir taka sær av røktini.
Teir, sum eru um smoltini siga, at hesin nýggji stovnurin uppførir seg annarleiðis, enn tað vit fingu undan tá vit struku laksar sjálvir. Tað er meira lív í nýggja smoltinum og tí seta vit stórt álit til, at vit fara at fáa ein betur stovn undan.
Annars er tað ikki bert í Leynum at virksemi hjá felagnum er. Tá út verður sett, verður umleið 2/3 av smoltinum sett út í Leynum, ímeðan 1/3 verður sett út í Saksun, sigur Josias Jacobsen, formaður í Føroya Sílaveiðufelag , at enda.




