– Heilt frá byrjan í hesum valskeiðnum hava vit havt ta visjón, at Klaksvík skal gerast grønari, og at raksturin av kommununi skal gerast bíligari, soleiðis at borgarin eisini kann fáa fíggjarliga ágóðan av hesi framskygdu íløgu, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.
Seinastu tíðina hevur nógv virksemi verið eftir Skúlavegi, har byggifyritøkan Norðhús hevur arbeitt við at leggja stór rør til nýggju sjóhitaskipanina í Klaksvík. Eftir ætlan skulu Svimjihøllin, Badmintonhøllin og KÍ-Høllin bindast í sjóhitaskipanina longu seinni í ár.
Tað er ráðgevingarfyritøkan SMJ, ið heldur til á Klaksvíksvegi, sum hevur ráðgivið Klaksvíkar kommunu í hesari umfatandi umlegging.
Klaksvík verður nógv grønari í framtíðini, og væntast kann eisini, at heilt fitt av peningi kann sparast komandi árini. Verkætlanin fevnir ikki bert um hallirnar, men eisini báðar skúlarnar, ið nú eru lagdir saman. Harafturat skal sjóhitaskipanin fevna um allan miðbýin, samstundis sum býráðið eisini hevur valt, at skipanin skal geva møguleikar fyri víðari útbygging.
Ein so umfatandi verkætlan av hesum slag er ikki áður sædd í Føroyum. Royndir við sjóhita eru ikki ókendar í Føroyum, men skipanin, sum nú verður sett í verk í Klaksvík, er munandi meiri umfatandi.
Árni Jakobsen, stjóri í SMJ, metir, at árliga nýtslan av olju í svimjihøllini, ítróttarhallunum og samanlagda skúlanum er umleið 270.000 litrar, ið sostatt verða spardir og avloystir av hesari grønu orkuni.
– Hesir verða teir fyrstu bygningarnir, ið verða knýttir upp í sjóhitaskipanina. Seinni verða eitt nú miðbýurin og aðrir bygningar aftrat knýttir í skipanina.
– Samanlagt hevur sjóhitaskipanin kapasitet til at veita ein hita, sum svarar til 5 mió. litrar av olju um árið, sum má sigast at vera rættuliga óhoyrt, sigur Árni Jakobsen.
– Hetta merkir sjálvandi, at fleiri bygningar í Klaksvíkar kommunu ikki verða tengdir at olju framyvir, men skulu brúka elektrisitet í staðin, og havandi í huga stóru orkuútbyggingarnar hjá SEV, so fær Klaksvík grønari orku í framtíðini.
– Sjálvur haldi eg, at hetta er eitt sera framskygt stig, Klaksvíkar kommuna hevur tikið, sigur Árni Jakobsen, stjóri í SMJ.
– Heilt frá byrjan av hesum valskeiðnum hava vit havt ta visjón, at Klaksvík skal gerast grønari, og at raksturin av kommununi skal gerast bíligari, soleiðis at borgarin eisini kann fáa fíggjarliga ágóðan av hesi framskygdu íløgu, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.
– Fleiri almennir bygningar og fyritøkur hava víst verkætlanini áhuga, og tí eru útlitini góð fyri víðari menning av hesari grønu útbygging, sigur borgarstjórin.




