Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðarbygging

Skúlablaðið

Tað er so mangan sagt, at vit eru eitt fáment mál, so mikið størri ábyrgd liggur á okkum at varðveita og styrkja mál okkara. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum:

Í 1854 kom “skúlalógin”, sum avloysti fyribilsskipanina “provisorisk regelement” frá 1845. Við lógini var undirvísingarskylda, ikki skúlaskylda, sett í gildi. Ivaleyst vóru fólk ymisk á máli um lógina og um skúlaskap sum heild, men við lógini var spírin lagdur til tað, sum vit í dag kenna sum fólkaskúlan. Ein standandi spurningur var støðan hjá føroyskum sum undirvísingarmál og lærugrein. Sjálvt um rætturin hjá føroyskum máli innan skúlagátt ikki varð endaliga staðfestur fyrr enn við lóg í 1938, so er lítið at ivast í, at stovnsetanin av læraraskúla í 1870 var av avgerandi týdningi fyri føroyskt mál og mentan, og at vit sum frá leið fingu ein føroyskmæltan skúla. Tað kundi gingið øðrvísi.

Í fundarsamtyktini í 6 greinum, sum gjørd varð á Jólafundinum í 1888, og sum í stóran mun snúðu seg um skúlaviðurskifti, ljóðaði fyrsta greinin: Føroyskt mál skal verða kenslugrein í skúlanum, so skjótt neyðugar skúlabøkur á føroyskum eru fingnar til vega. Hetta er ein varlig orðing og helst ein semja, tí tað vóru tey, sum mettu, at tað als ikki vóru stundir at bíða eftir føroyskum undirvísingartilfari. Hvussu var og ikki, so var tørvurin á føroyskum lesi- og frálærutilfari eyðsýndur. Tað hevur alla tíðina ligið frammarlaga hjá skúlafólkum at skriva og útvega føroyskt lesitilfar og tilfar til skúlabrúks. At tilgongdin hevur verið drúgv, vita vit, og enn er tað ein stór avbjóðing at útvega fjølbroytt frálærutilfar til allar lærugreinar í fólkaskúlanum.

Tað var í hesum anda, at lærarar á aðalfundi Føroya Lærarafelags í 1956 stovnaðu Bókadeild Føroya Lærarafelags. Hugsanin var fyrst og fremst at útvega lesitilfar til børn og ung. Í nógv ár var virksemið í felagnum sjálvboðið. Bøkur vóru givnar út, tá handrit vóru tøk, og tá ráðini vóru til tað. Føroya Lærarafelag stuðlaði, og søkt var um studning eisini. Fyrstu bøkurnar, Bókadeildin gav út, gjørdust fólkaogn, tað vóru tær báðar Palo í Grønlandi og Nalagaggur. Síðani 1950 hevur Bókadeildin á hvørjum ári givið Mína jólabók, og síðan 1959 Barnablaðið, seinni Strok, út regluliga. Í 1985 var fyrsta starvsfólkið sett í hálvt starv. Í dag starvast fýra fólk í tilsamans 3 fulltíðarstørvum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Bókadeildin samstarvar við forløg úr øllum heiminum um at týða og geva útlendskar bøkur út á føroyskum og somuleiðis at føroyskar bøkur verða givnar út á fremmandum málum. Í miðal gevur Bókadeildin góðar 60 bøkur, umframt eini 30 lættlesibøkur í samstarvi við Nám, út um árið. Verður farið inn á eitt bókasavn, er skjótt at síggja, at, at kalla, allar barna- og flestu ungdómsbøkur á føroyskum eru givnar út av Bókadeild Føroya Lærarafelag. Hetta er ikki hissini íkast til mentan og mál okkara, og luturin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelag í tjóðarbyggingini liggur ikki eftir.

Stuðul til Strok og til Bókadeildina hevur í nógv ár staðið á fíggjarætlan løgtingsins, og tað er eingin loyna, at um ikki so var, so bar ikki til at reka Bókadeildina. Stuðulin lækkaði eitt vet í 2011 og hevur síðan staðið í stað. Leiðsla og starvsfólk í Bókadeildini eru fullvís í, at um stuðulin hækkaði, í hvussu er samsvarandi kostnaðarstøðinum, so kundi útgávuvirksemið verið økt munandi. Serliga ungdómsbøkurnar, sum eru kostnaðarmiklar at greiða til útgávu, hava seinnu árini fingið lága raðfesting. Hetta er stórt spell, m.a. tí kappingin við onnur mál er stór.

Tað er so mangan sagt, at vit eru eitt fáment mál, so mikið størri ábyrgd liggur á okkum at varðveita og styrkja mál okkara. Samstundis er marknaðurin fyri føroyskum lesitilfari avmarkaður, og útgávuvirksemið verður í stóran mun eitt ósjálvsøkið virksemi. Føroysk bókaútgáva hevur tað trupult undir marknaðartreytum. Tí er tað ein spurningur um politiskan vilja, um Bókadeild Føroya Lærarafelags kann varðveita og økja um virksemið. Endamálið er framvegis tað sama, sum stovnarnir á sinni høvdu í huga, at útvega børnum og ungum lesnað á móðurmálinum.