Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur vann FM í fantastiskari finalu

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Myndarøð: Hóast óvanliga harða kapping, so endaðu klaksvíkingar aftur í ár sum vinnarar hjá 10-mannaførunum.

Tað endaði sum tað plagar: Klaksvíkingur vann FM og ólavsøkusigurin!

Men tá tað er sagt, so hevur Klaksvíkingur neyvan verið so trýstur. Bæði gjøgnum kappingarárið og í sjálvari finaluni á ólavsøku. Drekin Reyði og Klaksvíkingur lógu mest sum javnir allan róðurin og bæði viðmerkjarar og rógvarar søgdu aftaná, at teir høvdu ikki upplivað slíkan róður fyrr. Í seinastu tøkunum vann Klaksvíkingur seg eitt lítið pettið framum, men tað skuldi tó ganga ein tíð, áðrenn tað endaliga kundi staðfestast av málinum, at Klaksvíkingur vann. Munurin var 5/25 av einum sekundi.

Sostatt endaði Klaksvíkingur við at vinna sítt 6. FM heitið. Hendan manningin hjá klaksvíkingum hevur enn einaferð staðfest, at hon er tann besta í føroyskum kappróðri. Tað stóð nógv á, og tá tríggir róðrar vóru eftir, so var kravið at vinna allar. Klaksvíkingar megnaðu at avrika undir stóra trýstinum og vunnu bæði FM og ólavsøkuróðurin.

Norðlýsið ynskir Klaksvíkingi til lukku við føroyameistaraheitinum 2015!